HM: Norra víðari - Svøríki úti

Russland, Spania, Norra og Niðurlond spæla HM-hálvfinalurnar

Marit Rosberg Jacobsen og Norra eru í hálvfinalunum í HM eftir góðan sigur á Týsklandi (Ritzau Scanpix)

Marit Rosberg Jacobsen og Norra eru í hálvfinalunum í HM eftir góðan sigur á Týsklandi (Ritzau Scanpix)

Tað eydnaðist í dag Norra at spæla seg til HM-hálvfinalurnar við sigri á Týsklandi.

Sí eisini:

HM: Norra og Svøríki skulu spæla seg víðari klokkan 11.30

Tað leikaði javnt á millum Norra og Týskland í avgerandi dystinum, og liðini skiftust um leiðsluna í fyrra hálvleiki.

Málini skolaðu inn í báðum endum, og tær norsku fegnaðust um eina leiðslu upp á fýra mál miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men megnaðu ikki at varðveita hana.

Við hálvleik var norska leiðslan bert eitt mál við støðuni 17-16.

Men Norra tók ræðið á dystinum í seinna hálvleiki og økti skjótt upp í fimm mál á muni.

Tær týsku góvu seg ikki, og ein ávísur fjáltur mundi vera á norsku fjepparunum, tá ið Týskland minkaði niður í 31-29 fimm minuttir fyri leiklok.

Norra visti kortini, at javnleikur fór at vera nóg mikið, og tær týsku vóru noyddar at taka váðar. Tað hóvaði Norra væl í verjuni, og Týsklandi eydnaðist ikki at loypa veruligan hvøkk á, hóast Norra gav teimum allar møguleikar - millum annað við brendum brotskasti tá ið ein minuttur restaði í.

Men heldur ikki hesaferð fingu tær týsku bóltin í málið, og tá ið Norra so endiliga skoraði til 32-29 var eingin ivi yvirhøvur. Dysturin endaði við hesum úrsliti og Norra skal tí spæla hálvfinalu ímóti Spania fríggjamorgunin

Svøríki tók ikki av

Spania megnaði at koma í hálvfinaluna hóast øgiligan avsmurning ímóti Russlandi í morgun.

Sí eisini:

HM: Russland hjálpti Svøríki við knúsandi sigri

Svøríki hevði møguleikan at stjala hálvfinaluna frá Spania, men tær svensku tveittu alt á gólvið í seinna hálvleiki. Svøríki kom á odda 2-0 eftir lítlari løtu og vóru eisini á odda 9-6 eftir góðum korterið av dystinum.

Men Montenegro kom aftur og fekk javnað til hálvleiksstøðuna 12-12. Síðani sóu tær svensku ongantíð leiðsluna aftur.

Montenegro var á odda við tveimum og trimum málum meginpartin av seinna hálvleiki, og svenska vónin fjaraði longur og longur burtur, so hvørt dysturin nærkaðist endanum. Montenegro vann dystin 26-23, og sendi Spania í hálvfinaluna.

Hini liðini í hálvfinalunum eru Niðurlond og risastóru favorittarnir úr Russlandi.

Hálvfinalurnar verða leiktar fríggjamorgunin. Dystirnir kunnu síggjast í Føroyum í donskum sjónvarpi og umvegis stroymingina hjá altjóða hondbóltssambandinum. Stroymingin kann finnast á in.fo tíðliga fríggjamorgunin.

Skráin fyri hálvfinalurnar:

Fríggjadagin 13. desember 2019:

Klokkan 8.30: Norra - Spania

Klokkan 11.30: Russland - Niðurlond

Finalan verður sunnudagin klokkan 11.30

Marit Rosberg Jacobsen og Norra eru í hálvfinalunum í HM eftir góðan sigur á Týsklandi (Ritzau Scanpix)