HM: Russland hjálpti Svøríki við knúsandi sigri

Russland smurdi eisini Spania av í morgun

Anna Vyakhireva og Russland høvdu longu tryggjað sær fremsta plássið, men tóku sær ikki av løttum ímóti Spania í morgun

Anna Vyakhireva og Russland høvdu longu tryggjað sær fremsta plássið, men tóku sær ikki av løttum ímóti Spania í morgun

Svøríki kann í dag spæla seg í hálvfinalurnar við HM. Alt sum krevst, er ein sigur á Montenegro klokkan 11.30.

Fyri 24 tímum var støðan ikki eins einføld. Tá hevði Spania ein málmun, sum var 18 mál betri, men eftir at Svøríki vann við 12 málum á Rumenia, tóktist tað at vera gjørligt at taka seinastu seks málini aftur í dag.

Serliga tí at Spania í morgun skuldi spæla ímóti Russlandi, sum higartil hevði vunnið allar sínar dystir við í minsta lagi sjey málum.

Og í dag, ímóti Spania, var Russland enn einaferð eirindaleyst, og smurdi Spania av við úrslitinum 36-26.

Sostatt er málmunurin hjá Svøríki fýra mál betri enn Spania, og sviar eru í hálvfinaluni við tveimum stigum ímóti Montenegro, ið spælir fyri at sleppa í OL- undankappingina. Tað hevði verið tryggjað við einum sigri.

Sí eisini:

HM: Svøríki fekk sín stórsigur

HM: Russland herjar ímóti gullinum

Støðan í bólki 1:

Bólkur 2TjóðDystirMálmunurStig
1Russland54410
2Spania587
3Svøríki4125
4Montenegro4-34
5Japan4-240
6Rumenia4-250

Anna Vyakhireva og Russland høvdu longu tryggjað sær fremsta plássið, men tóku sær ikki av løttum ímóti Spania í morgun