HM: Spania fult stigatal - Serbia víðari

Allir seinastu dystirnir í innleiðandi umfarinum verða leiktir nú í morgun.

Spania hevur vunnið allar dystirnar í bólki C og hevur nú spælt seg ímillum favorittarnar

Spania hevur vunnið allar dystirnar í bólki C og hevur nú spælt seg ímillum favorittarnar

Í dag er seinasti dagur í innleiðandi umfarinum við HM í Japan.

Øll liðini spæla fimta og seinasta dystin í dag, og í morgun fullu fyrstu avgerðirnar í tøttum dystum.

Í bólki C høvdu Spania og Montenegro tryggjað sær luttøku og dystaðust í morgun um fremsta plássið og fýra stig við í høvuðsumfarið.

Spania vann dystin spennandi dystin 27-26, og hevur sostatt vunnið allar sínar fimm dystir. Montegro fær tvey stig við sær í næsta umfar, meðan Ungarn og Rumenia dystast um seinasta plássið í bólkinum klokkan 10.00 í dag. Eingin teirra fer at fáa stig við í høvuðsumfarið.

Dysturin ímillum Ungarn og Rumenia kann stroymast niðanfyri stigatalvuna.

 

Bólkur CLiðDystirMálmunurStig
1Spania55610
2Montenegro5148
3Ungarn4294
4Rumenia4-94
5Senegal5-182
6Kasakstan5-720

 

Spania hevur vunnið allar dystirnar í bólki C og hevur nú spælt seg ímillum favorittarnar