HM: Svøríki fekk sín stórsigur

Svøríki vann við 12 málum á Rumenia, og heldur lív í vónini um hálvfinalur

Olivia Mellegård og Svøríki minkaði í dag um spanska málmunin við tveimum triðingum

Olivia Mellegård og Svøríki minkaði í dag um spanska málmunin við tveimum triðingum

Svøríki skuldi í dag taka so nógv av málmuninum í mun til Spania burtur, tá ið Svøríki og Rumenia spældu. Svøríki vann 34-22 og minkaði um spanska munin úr 18 niður í seks mál.

Sí eisini:

HM: Svøríki noyðist at vinna stórt fyrrapartin

Rumenia hevði onga vón um at sleppa víðari, men ynskti framvegis at royna eftir at enda so væl sum gjørligt fyri at tryggja sær luttøku til olympisku leikirnar næsta ár.

Tær svensku løgdu kortini nógv betri fyri, og tað mundi ikki vera ivi um, at tær hugsaðu um málmunin alt fyri eitt.

Eftir tveir og ein hálvan minutt var longu 3-0 til Svøríki, og Svøríki kundi nú hugsast at taka øll málini aftur longu hendan dystin.

Men so steðgaði upp. Rumenia minkaði úr 4-0 niður í 4-3, og eftir eitt korter var støðan 5-5.

Orsøkin var fyrst og fremst eitt framúr málverjuavrik frá rumensku Denisa-Stefaniu Dedu, sum eisini var dystaravgerandi ímóti Føroyum í september.

Men Svøríki fekk ferð á aftur stutt fyri hálvleik.

Í steðginum var støðan 14-9 til Svøríkis og munurin bara øktist seinna hálva tíman.

Munurin kundi eisini verið enn størri, men Dedu í rumenska málinum helt fram at spilla spælið fyri sviar.

Stutt fyri leiklok mundu tær svensku eisini iðra seg um, at bert vera á odda við sjey málum. Men tær svensku høvdu sum vera man betra hugin seinastu løtuna og øktu við fimm málum á rað upp í 12 mál, tá ið dysturin endaði 34-22.

Sostatt er munurin millum Spania og Svøríki seks mál áðrenn seinasta dystin.

Svøríki vónar fyrst og fremst at vinna á Montenegro og síðani at Spania tapur ímóti Russlandi.

Russland hevur vunnið allar sínar dystir við minst sjey málum higartil, og hevur tryggjað sær fremsta plássið í bólkinum.

Sí eisini:

HM: Russland herjar ímóti gullinum

Støðan í bólki 2 áðrenn seinasta dystin í bólkaspælinum í morgin:

Bólkur 2TjóðDystirMálmunurStig
1Russland4348
2Spania4187
3Svøríki4125
4Montenegro4-34
5Japan4-240
6Rumenia4-250

Olivia Mellegård og Svøríki minkaði í dag um spanska málmunin við tveimum triðingum