HM: Svøríki, Noreg og Ísland hava øll vunnið seg í millumumfarið

Svøríki vann ein sera góðan sigur á vertstjóðini, og Noreg og Ísland vunnu sannførandi sigrar

Sander Sagosen skoraði níggju mál fyri Noreg móti Eysturríki í kvøld

Sander Sagosen skoraði níggju mál fyri Noreg móti Eysturríki í kvøld

Øll fýra norðurlondini eru víðari til millumumfarið í HM-endaspælinum í manshondbólti.

Svøríki vann góðan eittmálssigur á vertstjóðini, Egyptalandi í dag, og Noregi og Ísland vunnu sannførandi sigrar á ávikavist Eysturríki og Marokko. Tað gjørdist tó strævið hjá íslendingum. Marokko spældi sera hart, og fingu tríggir spælarar hjá Marokko reytt kort í dystinum.

Svøríki tekur fýra stig við sær í millumumfarið. Noreg og Ísland taka tvey stig við sær í millumumfarið. Vinnur Danmark á Argentina í morgin tekur Danmark eisini fýra stig við sær í millumumfarið.

Her eru úrslitini og málskjúttarnir frá dagsins HM-dystum:

Bólkur E:

Frakland – Sveis 25-24 (14-14)

Frakland : Kentin Mahe 7, Dika Mem 4, Luc Abalo 3, Hugo Descat 3, Melvyn Richardson 2, Luka Karabatic 2, Nedim Remili 1, Valentin Porte 1, Ludovic Fabregas 1, Romain Lagarde 1.

Sveis : Andy Schmid 10, Roman Sidorowicz 5, Alen Milosevic 4, Cedrie Tynowski 2, Marvin Lier 2, Nicolas Raemy 1

Noreg – Eysturríki 38-29 (20-17)

Noreg : Sander Sagosen 9, Alexander Christoffersen 7, Kent Robin Tønnesen 7, Christian O`Sullivan 5, Gøran Søgaard Johannessen 3, Kevin Maagerø Gulliksen 3, Petter Overby 2, Thomas Solstad 1, Kristian Bjørnsen 1.

Eysturríki : Robert Weber 6, Tobias Wagner 6, Lukas Hutecek 4, Sebastian Frimmel 3, Lukas Herburger 2, Jakob Jochmann 2, Julian Ranftl 2, Nikola Stevanovic 2, Antonio Juric 1, Maximilian Hermann 1.

Frakland vinnur bólkin við seks stigum. Noreg er nummar tvey við fýra stigum. Sveis er nummar trý við tveimum stigum, og Eysturríki er aftast við ongum stigi. 

Bólkur F: 

Portugal – Algeria 26-19 (14-9)

Portugal : Pedro Portela 4, Belone Moreira 3, Alexandre Cavalcanti 3, Leonel Fernandes 3, Alexis Borges 3, Miguel Martins 2, Diogo Branquinho 2, Antonio Areia 2, Victor Iturriza 2, Fabio Magalhaes 1, Gilberto Duarte 1.

Algeria : Messaoud Berkous 7, Abdi Ayoub 5, Zohir Naim 3, Daoud Hichem 2, Moustapha Hadj Sadok 2.

Ísland – Marokko 31-23 (15-10)

Ísland : Viggó Kristjánsson 6, Ólafur Andres Gudmundsson 6, Gisli Thorgeir Kristjánsson 5, Bjarki Már Elisson 4, Elvar Orn Jonsson 2, Sigvaldi Bjørn  2, Kristján Ørn Kristjánsson 2, Arnar Freyr Arnarsson 1, Arnor Thor Gunnarsson 1, Elliði Snær Viðarsson 1, Ymir Ørn Gislason 1.

Marokko : Mohamed Zaroili 5, Amine Harchaoui 4, Rezzouki Reida 3, Mohamed Amine Bentaleb 3, Nabil Slassi 3, Lahcen Bellimam 2, Achraf Adli 2, Mohammed Ezzine 1.

Portugal vinnur bólkin við seks stigum. Ísland er nummar tvey við fýra stigum. Algeria er nummar trý við tveimum stigum, og aftast er Marokko við ongum stigi. 

Liðini úr bólki E og F manna millumbólk 3. Støðan í millumbólki 3 er hendan:

Portugal 4 stig

Frakland 4 stig

Ísland 2 stig

Noreg 2 stig

Sveis 0 stig

Algeria 0 stig

Bólkur G:

Svøríki – Egyptaland 24-23 (9-12)

Svøríki : Linus Persson 8, Hampus Wanne 5, Jim Gottfridsson 3, Jonathan Carlsbogard 3, Max Darj 3, Lukas Sandell 1, Daniel Pettersson 1.

Egyptaland : Mohammad Sanad 8, Yahia Omar 6, Mohamed Mamdouh 4, Yehia Elderaa 2, Ahmed Elahmar 1, Ali Zein 1, Ahmed Hesham 1.

Norðurmakedonia – Chile 32-29 (16-17)

Norðurmakedonia : Kiril Lazarov 8, Zharko Peshevski 5, Nenad Kosteski 5, Filip Kuzmanovski 4, Dimitar Dimitrioski 3, Stojanche Stoilov 2, Goran Krstevski 2, Marko Mishevski 1. Martin Popovski 1, Nikola Markoski 1.

Chile : Sebastian Ceballos 7, Rodrigo Salinas 7, Erwin Feuchtmann 7, Emil Feuchtmann 4, Esteban Salinas 2, Daniel Ayala 1, Javier Frelijj 1.

Svøríki vinnur bólkin við seks stigum. Egyptaland er nummar tvey við fýra stigum, og Norðurmakedonia er nummar trý við tveimum stigum. Chile endaði aftast við ongum stigi. 

Bólkur H: 

Suðurkorea – RHF 26-30 (15-15)

Suðurkorea : Jiun Kim 8, Taeung Kim 6, Jinho Kim 5, Jinyoung Kim 4, Seungmin Lee 2, Byeongju Lee 1.

RHF : Dmitry Kornev 5, Pavel Andreev 5, Dmitrii Zhitnikov 4, Dmitrii Kiselev 3, Aleksandr Ermakov 3, Aleksandr Kotov 3, Igor Soroka 2, Roman Ostashchenko 1, Aleksei Fokin 1, Sergei Mark Kosorotov 1, Sergei Kudinov 1, Viacheslav Kasatkin 1.

Slovenia – Hvítarussland 29-25 (15-15)

Slovenia : Blaz Janc 8, Jure Dolenec 7, Matej Gaber 3, Stas Skube 2, Blaz Blagotinsek 2, Borut Mackovsek 2, Dean Bombac 2, Miha Zarabec 2, Darko Cingesar 1.

Hvítarussland : Artsem Karalek 7, Uladzislau Kulesh 4, Aleh Astrashapkin 4, Mikita Vailupau 3, Vadim Gayduchenko 3, Artsiom Kulak 2, Andrei Yurynok 2.

RHF vann bólkin við fimm stigum, og Slovenia er nummar tvey við fýra stigum. Hvítarussland er nummar trý við trimum stigum, og aftast er Suðurkorea við ongum stigi. 

Liðini úr bólki G og H manna millumbólk 4. Støðan í millumbólki 4 er hendan:

Svøríki 4 stig

RHF 3 stig

Egyptaland 2 stig

Slovenia 2 stig

Hvítarussland 1 stig

Norðurmakedonia 0 stig

 

 

 

 

 

Sander Sagosen skoraði níggju mál fyri Noreg móti Eysturríki í kvøld