HM: Svøríki noyðist at vinna stórt fyrrapartin (stroyming)

Svøríki skal helst vinna stóran sigur ímóti Rumenia klokkan 11.30 - Sí stroyming niðanfyri

Isabelle Gulldén og Svøríki hava tørv á bæði stigum og málum seinastu tveir dystirnar

Isabelle Gulldén og Svøríki hava tørv á bæði stigum og málum seinastu tveir dystirnar

Spania vann í morgun 33-31 á Japan og liggur næstfremst í bólki tvey.

Tað snýr seg um at enda millum tvey tey fremstu eftir seinastu dystirnar í morgin, fyri at spæla seg í hálvfinalurnar. Kappingarneytarnir hjá Spania er Svøríki.

Svøríki spælir sín næstseinasta dyst nú klokkan 11.30 ímóti Rumenia og stríðist fyri, at í besta føri enda á sama stigatalið sum Spania.

Spania og Svøríki spældu javnt sunnudagin, og tí verður savnaði málmunurin avgerandi, og her er Spania í løtuni 18 mál betri

Tí er fyrsta treytin hjá Svøríki ein stórsigur á Rumenia nú fyrrapartin. Sigurin noyðist ikki at røkka upp í tey átjan málini í dag, tí væntast kann, at Russland kann vinna við nøkrum málum á Spania í morgin, og skal Svøríki vinna sær seinastu málini ímóti Montenegro í morgin.

Russland hevur vunnið allar sínar dystir við minst sjey málum.

Sí eisini:

HM: Russland herjar ímóti gullinum

Dysturin, Svøríki - Rumenia kann síggjast her, umvegis altjóða hondbóltssambandið klokkan 11.30

 

Bólkur 2TjóðDystirMálmunurStig
1Russland4348
2Spania4187
3Montenegro4-34
4Svøríki303
5Japan4-240
6Rumenia3-250

 

 

Isabelle Gulldén og Svøríki hava tørv á bæði stigum og málum seinastu tveir dystirnar