HM: Týskland vann seg víðari - Danmark í vanda

Týskland vann sera avgerandi dystin ímóti Danmark, sum nú serliga skal kappast við Frakland um víðari luttøku.

Tær týsku fegnaðust, meðan tær donsku vóru sera vónbrotnar tá ið Týskland í dag vann 26-25 á Danmark

Tær týsku fegnaðust, meðan tær donsku vóru sera vónbrotnar tá ið Týskland í dag vann 26-25 á Danmark

Dysturin í dag millum Danmark og Týskland var sera avgerandi fyri víðari luttøkuna í kappingini.

Sí eisini:

HM: Danmark og Týskland í avgerandi dysti kl 11.30

Og tað var Týskland sum vann, og kann gera seg til reiðar til høvuðsumfarið.

Týskland byrjaði dystin sum eitt óløgi og var frammanfyri 6-1 eftir einum 11 minuttum.

Men danir komu fyri seg, fingu ferð á álopið og kundu takka Sandru Toft í málinum fyri at munurin tódnaði nakað. Týskland megnaði at økja upp í seks mál eina løtu, men danir skoraðu fimm ferðir á rað og minkaðu um munin til 10-9.

Tað var tó trupult hjá teimum donsku at leggja seg á odda, og Týskland hevði hug at verða eini tvey ella trý mál á odda.

Í seinna hálvleiki eydnaðist fleiri ferðir Danmark at minka um munin niður í eitt mál, men nærri komu danir ikki. Tær týsku hildu fast, og endaðu við at vinna dystin 26-25.

Týskland skal spæla ímóti Fraklandi og Suðurkorea næstu dagarnar, og tað skal ganga teimum týsku óvanliga illa, um tær ikki skulu spæla seg víðari.

Danmark er hinvegin í stórum vanda áðrenn tveir teir seinastu dystirnar í innleiðandi bólkaspælinum. Hjá teimum krevst tveir sigrar ímóti Fraklandi og Brasil.

Tær týsku fegnaðust, meðan tær donsku vóru sera vónbrotnar tá ið Týskland í dag vann 26-25 á Danmark