Telvað hevur verið um føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar síðani 1938. Í fyrsta umfari varð telvað til 1956, so var íhald í nøkur ár, byrjað var ikki aftur fyrr enn Talvsamband Føroya var stovnað í 1970. Síðani 1972 hevur verið telvað regluliga um FM á hvørjum ári um páskirnar.
Árið í ár var tí hitt hálvtrýssinstjúgunda í røðini í nýggjari tíð, at spælt hevur verið um FM-heitið í einstaklingstalvi. Stóri FM-kongurin í føroyskari telving er Palli Henriksen (1902-1980) úr Havn. Hann vann flestu ferðirnar, ið telvað var um FM-heitið árini fyri stovnan Talvsambandsins.
Í ár vann Høgni Egilstoft Nielsen. Hetta er triðja FM-heitið í einstaklingstelving, sum 23 ára gamli sandavágsmaðurin vinnur. Hann er nú komin upp undir liðina á eldra beiggjanum, Rógva Egilstoft, og pápanum, Torkil Nielsen, sum eisini hava verið føroyameistarar í talvi tríggjar ferðir.
Niðanfyri sæst hvørjir teir eru, sum hava vunnið meistaraheitið oftast:
J.P. Henriksen, HT 9 FM-sigrar (1938, 1939, 1945, 1946, 1948, 1949, 1950, 1951, 1952)
Helgi Dam Ziska, HT 5 (2008, 2011, 2017, 2018, 2019)
Heini Olsen, KTF 5 (1989, 1991, 1992, 1993, 1999)
Martin Poulsen, HT 4 (2003, 2004, 2006, 2009)
Jens Chr. Hansen, TT 4 (1979, 1981, 1982, 1985)
Tórarinn Evensen, HT 4 (1947, 1953, 1955, 1956)
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 3 (2014, 2020, 2021)
Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 3 (2012, 2015, 2016)
Torkil Nielsen, ST 3 (1988, 1986, 1988)
John Rødgaard, VT 3 (1998, 2001, 2007)
Luitjen Apol, HT 3 (1974, 1975, 1976)
Olav Andreasen, HT 3 (1940, 1941, 1943)