Høgni og Mourits áttu málini

1.DEILD: 07 Vestur vann tryggan heimasigur ímóti botnliðnum

Tað gekk sum eftir ánni, tá ið 07 Vestur seint seinnapartin hevði vitjan av EB/Streymi.

Hóast EB/Streymur er botnlið, so hevur tað seinastu ferðirnar vignast heilt væl. Í fýra teimum síðstu dystunum undan vitjanini í Vágum hevði EB/Streymur vunnið átta stig.

Hjá 07 Vestur hevur tað í síðstuni verið eitt sindur upp og niður, men í dag var eingin slingur í valsinum.

Úrslitið var 4-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Liðformaðurin hjá 07 Vestur, Høgni Egilstoft Nielsen, setti hol á við brotssparki, tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir, og tíggju minuttir seinni økti Niels Mouritsen til 2-0.

Tá ið lítil hálvur tími var farin, kom spenningur í aftur, tá ið Rói H. Olsen minkaði um munin við brotssparki.

Síðstu lítlu løtuna undan steðginum skoraði heimaliðið tvey mál. Málskjúttar vóru Høgni Egilstoft Nielsen og Niels Mouritsen, sum harvið báðir vórðu tvífaldir málskjúttar.

07 Vestur hevur 41 stig og er á triðja plássi, og EB/Streymur er aftast við 12 stigum.