Høgni var bangin fyri at Kyndil tveitti alt burtur (FM1)

(FM1) Hoyr venjararnar, Høgna Klein hjá Kyndli og Hjalmar Klein Olsen hjá VÍF seta orð á 30-27 (57-56 samlað) sigurin hjá Kyndli í Faxe Kondi hálvfinaluni

Høgni Klein og hansara menn í Kyndli riðu akkurát stormin av, og vunnu seg í steypafinaluna

Høgni Klein og hansara menn í Kyndli riðu akkurát stormin av, og vunnu seg í steypafinaluna

##med2##

Kyndil hevði leingi tamarhald á dystinum, og vóru teir grønu javnan á odda við fimm og seks málum í seinnu hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini á Hálsi í Havn. Men seinastu løtuna misti Kyndil tamarhaldið á dystinum, og VÍF fekk eina lívlinju, men Kyndil reið akkurát stormin av og vann 30-27, og harvið samlað 57-56. Hevði VÍF skorað til 30-28 høvdu vestmenningar vunnið uppá fleiri útivallarmál. 

Kyndil var á odda 15-11 í steðginum. Finalan verður móti H71, so talan verður um somu lið sum vóru í steypafinaluni í 2018.

Anders Risdal og Hjalti Mohr Jacobsen vóru toppskjúttar hjá Kyndli við átta málum hvør. Tummas Pauli Hanusarson skoraði sjey mál fyri Kyndil.

Toppskjútti hjá VÍF var Filip Jojic við 11 málum. Jákup Andreas Joensen skoraði seks mál fyri VÍF.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá allarseinastu dramatisku løtuni, tá VÍF mundi komið víðari við útivallarmálum.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein fegnan Kyndils-venjara, Høgna Klein sum viðgongur, at hann var veruliga bangin fyri, at hansara menn aftaná eitt sera gott avrik fóru at tveita alt burtur.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein sjálvsatfinningarsaman venjara hjá VÍF, Hjalmar Klein Olsen sum heldur, at VÍF haltaði aftaná alt ov leingi um enn teir mundu komið uppá turt allarseinastu løtuna. 

##ms##

Høgni Klein og hansara menn í Kyndli riðu akkurát stormin av, og vunnu seg í steypafinaluna

(Samrøður: Høgni Klein og Hjalmar Klein Olsen)