Hørður er illa skaddur

Felags fyri bæði HB og Skála er, at lyklaspælarar eru ikki tøkir ídag

Skálamenn fyrireika seg at fara í Gundadal, har fyrsta bríksl verður klokkan 15. Eysturoyingarnir hava góð minni frá at spæla ímóti HB í Gundadali. Tá ið liðini hittust á sama vølli í sjeynda umfari, sum var 28. apríl, vann Skála 2-0.

Annar av málskjúttunum ta ferðina var Jákup Johansen. Hann hevur verið fremsti maður á Skála liðnum higartil í ár, men í dag er hann ikki tøkur, tí hann er leikbannaður. Liðformaðurin og undangongumaðurin á miðvøllinum, Pætur Dam Jacobsen, hevur ikki verið við seinastu ferðirnar. Hann er darvaður av skaða í knænum. Pætur var í vikuni á vøllinum aftur, men tað er lítið sannlíkt, at hann verður millum teir fyrstu ellivu ídag.

Edvin Jakobsen er framvegis langtíðarskaddur.

Hjá HB er saknur í trimum spælarum, sum higartil í ár hava verið millum teir hollastu. Vongverjin í vinstru, Magnus Egilsson, sum fyri fyrstu ferð var á landsliðnum í Spania, er leikbannaður. Tað er toppskjúttin og serfrøðingurin í at skjóta fríspark, Adrian Justinussen, eisini.

Higartil í ár hevur Hørður H. Askham verið millum teir drúgvastu á HB liðnum. Nú er greitt, at Hørður fer ikki at spæla aftur í ár, og at hann ikki fer at spæla fótbólt aftur fyrr enn næsta summar. Hørður var vongverji í høgru í landsdystinum ímóti Svøríki. Orsaka av skaða í knænum gav hann avboð til dystin í Spania.

Nú er við kanningum staðfest, at Hørður hevur slitið krossbandið í knænum. Tað ber skurðviðgerð og nógva venjing við sær, áðrenn Hørður aftur verður førur fyri at spæla fótbólt.