Hørður gjørt tvey ára sáttmála

Hørður Askham og HB hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

Mynd: (HB.fo) Hørður Askham og Kaj Leo H. Johannesen, formaður í HB

Mynd: (HB.fo) Hørður Askham og Kaj Leo H. Johannesen, formaður í HB

HB er í holt við at gera sáttmálar við flestu av spælarunum í hópinum. Í gjár skrivaði Teitur M. Gestsson undir tvey ára sáttmála, og í dag er tað Hørður Askham, sum hevur gjørt tvey ára sáttmála.

Hørður Askahm hevur júst slitið krossbandið í sínum fyrsta A-landsdysti fyri Føroyar. Hann hevur verið undir skurð og spælir í fyrsta lagi aftur um níggju mánaðir. HB skrivar soleiðis á Facebook í dag:

##med2## 

”Í gjár varð málmansplássið framtíðartryggjað. Og í dag er so ein partur av verjuni tryggjaðar komandi tvey árini, tí Hørður Askham hevur skrivað nýggjan sáttmála, galdandi til og við kappingarárið 2021.

Hørður kom heim til HB undan hesum kappingarárinum, og hevur røkt fleiri pláss á vøllinum. Fleiri sannførandi avrik høvdu við sær, at Hørður bleiv úttikin til landsliðið, har hann fekk sín fyrsta A-landsdyst ímóti Svøríki. Har var hann tó so óheppin, at hann sleit krossbandið. Hørður hevur verið undir skurð, og nú stendur endurvenjing á skránni.”

Væntandi koma fleiri slík boð frá HB komandi tíðina.

Mynd: (HB.fo) Hørður Askham og Kaj Leo H. Johannesen, formaður í HB

Mynd: (Álvur Haraldsen) Hørður Askham í luftdysti við svenska landsliðsspælara