Høvuðsvenjarin heldur TB hevði uppiborið betur (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Michael Lundsgaard Winther, høvuðsvenjara hjá TB sum sá sínar menn tapa 1-3 móti NSÍ við Løkin í Runavík

Her skorar Aron Knudsen til 1-0 til NSÍ í 3-1 sigrinum á TB við Løkin í Runavík

Her skorar Aron Knudsen til 1-0 til NSÍ í 3-1 sigrinum á TB við Løkin í Runavík

##med2##

TB tapti 1-3 móti NSÍ við Løkin í Runavík fyrr í dag.

Høvuðsvenjarin hjá TB, Michael Lundsgaard Winther heldur, at TB hevði uppiborið betur.

Michael Lundsgaard Winther heldur, at TB serliga í seinna hálvleiki hevði nóg mikið av málmøguleikum til at fáa stig við sær til Suðuroyar aftur í dag.

Michael Lundsgaard Winther iðrar seg eisini um serliga fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, har NSÍ legði seg á odda 2-0.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Michael Lundsgaard Winther fyrr í dag. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Glenn Ståhl. 

##ms##

 

 

Her skorar Aron Knudsen til 1-0 til NSÍ í 3-1 sigrinum á TB við Løkin í Runavík

(Samrøða við høvuðsvenjaran hjá TB, Michael Lundsgaard Winther)