Hondbóltsserfrøðingur: USA eigur at geva avboð til HM

Gløggi hondbóltsviðmerkjarin hjá danska TV2, Bent Nyegaard heldur sera lítið um, at USA møtir til HM-endaspælið við einum skerdum liði

Kendi hondbóltsserfrøðingurin hjá danska TV2, Bent Nyegaard heldur, at USA eigur at geva avboð til HM-endaspælið í manshondbólti (Mynd: tv2.dk)

Kendi hondbóltsserfrøðingurin hjá danska TV2, Bent Nyegaard heldur, at USA eigur at geva avboð til HM-endaspælið í manshondbólti (Mynd: tv2.dk)

Bent Nyegaard hevur verið hondbóltsviðmerkjari hjá danska TV2 til yvir 40 endaspøl hjá kvinnum og monnum.

Bent Nyegaard heldur, at USA eigur at geva avboð til HM-endaspælið í manshondbólti, ið byrjar í Egyptalandi í morgin.

Heili 17 spælarar og ein venjari í amerikanska bruttohópinum, ið hevur havt venjingarlegu í Vejen í Danmark hava fingið staðfest Korona.

Svenski landsliðsvenjarin hjá USA, Robert Hedin staðfestir, at USA sendir eitt høkjulið avstað við bert 12 spælarum. Við norska blaðið Aftenposten sigur Robert Hedin, at allarhelst er ein av spælarunum sum hevur ferðast úr USA til Vejen, ið hevur borið smittuna. Robert Hedin sigur seg ongar verjuspælarar hava nú, og væntar ein ógvuliga harðan arbeiðssetning hjá amerikanska liðnum at fáa bara nøkulunda góð úrslit. 

Bent Nyegaard heldur, at tað er ikki verdugt eitt endaspæl, at eitt lið møtir upp við einum so skerdum liði, ið onga verju hevur. 

- USA hevur savnað eitt landslið uppá tann mest løgna mátan í HM-søguni. Tá nú heili 17 av hesum spælarunum eru testaðir positivt við Koronu, so gevur tað ikki meining, at USA skal taka eitt pláss til HM-endaspælið, sigur Bent Nyegaard í samrøðu við danska TV2. 

Bent Nyegaard hevur fyrr verið harmur um, at Grønland ikki fekk plássið hjá Norður og Millumamerika til HM-endaspælið í manshondbólti. Hann hevur víst á, at Grønland er eitt væl betri hondbóltslandslið enn USA, og átti tí at verið við til HM-endaspælið í Egyptalandi. 

 

 

Kendi hondbóltsserfrøðingurin hjá danska TV2, Bent Nyegaard heldur, at USA eigur at geva avboð til HM-endaspælið í manshondbólti (Mynd: tv2.dk)