SMS-deildin: Stjørnan - Kyndil 18-17
Tað vóru tvey lið í hvør sínum enda av SMS-deildini, ið hittust í Klaksvík í dag.
Kyndil hevði vunnið báðar sínar fyrstu dystir heldur lættliga, og Føroyameistararnir verða eisini mettar sum favorittar í ár.
Stjørnan hevði tapt báðar sínar fyrstu dystir. Serliga dysturin ímóti StÍF mundi svíða og skelka sjálvsálitið í Stjørnuni. StÍF tapti vikuna eftir 35-13 ímóti Kyndli.
Men í Klaksvík í dag tóku Stjørnuleikararnir fullkomliga favorittarnar á bóli. Leingi var millum málini, og Stjørnan hevði hug at vera á odda við einum og tveimum málum fyri tað mesta. Við tíggju minuttum eftir lúrdi skelkurin við støðuni 16-14 til Stjørnuna, men Kyndil javnaði við knøppum trimum minuttum eftir til 16-16. Tá fekk Stjørnan kortini aftur hol á. Fyrst skoraði Sonja Sirdal til 17-16 áðrenn Jancy Jacobsen myndi avgera dystin tá ið hon gjørdi støðuna til 18-16. Kyndil minkaði um munin at enda, og so fóru skelkaði Kyndilsfólk undir ferðina til Havnar við 18-17 tapi í skjáttini.
Katrin Bertholdsen var toppskjútti hjá Stjørnuni við seks málum. Súna Krossteig Hansen og Turið Arge Samuelsen skutu fýra mál í part fyri Kyndil.