Hondbóltur í Klaksvík og í Havn í dag

Stjørnan, Team Klaksvík, Kyndil og Neistin byrja kappingarárið í dag

Sámal á Tjaldrafløtti og Team Klaksvík taka ímóti Kyndli í Klaksvík í dag klokkan 17.00

Sámal á Tjaldrafløtti og Team Klaksvík taka ímóti Kyndli í Klaksvík í dag klokkan 17.00

Eftir at landskappingarnar í hondbólti byrjaðu í ár, vera aftur tríggir dystir leiktir í dag.

Kyndilsfólk fara til Klaksvíkar og kollfirðingar koma til Havnar í dag.

Skráin er soleiðis:

SMS Kvinnur:

15.00: Stjørnan - Kyndil, KÍ-høllin

Burn Menn:

16.00 Neistin - KÍF, Høllin á Hálsi

17.00 Team Klaksvík - Kyndil, Klaksvíkar Badmintonhøll

Kappingarárið byrjaði í gjár við tveimum brakum í Vestmanna, har bæði VÍF-kvinnur og menn vunnu teprar og spennandi sigrar á StÍF. Ávikavist 30-27 og 28-26.

Í Havn vunnu neistakvinnur 26-16 á VB.

 

 

Sámal á Tjaldrafløtti og Team Klaksvík taka ímóti Kyndli í Klaksvík í dag klokkan 17.00