Hóparnir: Rumenia við heimsstjørnum, men uttan heimsins besta leikara

Her eru fyribils hóparnir hjá Føroyum og Rumenia

Broytingar kunnu framvegis koma fyri í føroyska hópinum. Men fyribils er hópurin sum ímóti Póllandi.

Broytingar kunnu framvegis koma fyri í føroyska hópinum. Men fyribils er hópurin sum ímóti Póllandi.

EM-undankappingardysturin, Føroyar - Rumenia verður leiktur sunnudagin klokkan 17.00 í Høllini á Hálsi.

Føroyar hava møguleikan at gera útskiftingar í hópinum til í morgin áðrenni. Tað hava Rumenia eisini, og rumenski hópurin telur eisini 17 leikarar í løtuni. Hann skal skerjast til 16 leikarar í morgin.

Heimsins besti hondbóltsleikari í 2010, 2015, 2016 og 2018 sambært IHF, er rumenska Cristina Neagu, men hon er ikki við í Føroyum. Heimsstjørnan stríðist við ein skaða, ið hon fekk í fjórðingsfinalunum við EM í desember. Rumenia gjørdist nummar fýra í hesi kappingini.

Besti strikuleikari í EM-endaspælinum í desember, var kosin at vera Crina Pintea, og hon og aðrar heimsstjørnur eru í hópinum til dystin ímóti Føroyum.

##med2##

Hetta er rumenski hópurin: (ein leikari skal skerjast áðrenn dystin)

2 Aneta Udristoiu 30 ár

7 Eliza Iulia Buceschi 25 ár

9 Raluca Elena Bacaoanu 30 ár

10 Andreea Adespii Molnar 30 ár

13 Christina Laslo 23 ár

14 Ana Maria Popa 29 ár

16 Denisa-Stefania Dedu 25 ár

18 Daria Bucur 20 ár

20 Yuliya Dumanska 22 ár

21 Crina Elena Pintea 29 ár

22 Elena Christina Florica 27 ár

26 Anca Georgiana Polocoser 22 ár

27 Lorena Gabriela Ostase 22 ár

31 Madalina Maria Zamfirescu 24 ár

77 Andreea Christina Popa 19 ár

89 Laura Moisa 29 ár

90 Ana Maria Savu 29 ár

Miðalaldur:  25,6 ár

Føroyski hópurin er fyribils hin sami sum ímóti Póllandi mikukvøldið:

1 Annika Fríðheim Petersen 20 ár

2 Siw Matras Larsen 21 ár

3 Fríða á Dunga 19 ár

5 Súna Krossteig Hansen 19 ár

6 Marita Mortensen 18 ár

8 Kristianna Henneberg Joensen 22 ár

9 Halla Skylv Midjord 30 ár

10 Durita Christophersen Jojic 34 ár

11 Turið Arge Samuelsen 24 ár

12 Margit Weihe Fríðmundsdóttir 20 ár

14 Durita Toftum Joensen 20 ár

17 Maria Halsdóttir Weyhe 18 ár

18 Pernille Brandenburg 22 ár

19 Marianna Geirsdóttir Eystberg 21 ár

23 Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 17 á

24 Guðrið Bogadóttir á Borg 21 ár

Miðalaldur:  21,6 ár

Broytingar kunnu framvegis koma fyri í føroyska hópinum. Men fyribils er hópurin sum ímóti Póllandi.

Rumenski strikuleikarin, Crina Pintea, var ein lykil til fjórða plássið hjá Rumenia í EM í vetur.