Súni: Hálvan minutt til venjing

Trý feløg vóru áhuga í Súna Olsen, sum nú hevur skift frá B36 til Víking

Mynd: (Álvur Haraldsen) Súni Olsen skal nú bara ganga í ein málvan minutt, so er hann komin til venjing

Mynd: (Álvur Haraldsen) Súni Olsen skal nú bara ganga í ein málvan minutt, so er hann komin til venjing

Súni Olsen hevur í kvøld boðað frá, at hann til komandi kappingarár skiftir til Víking. Súni er gøtumaður og er nú fluttur aftur til Gøtu við familjuni.

 

-       Hendan avgerðin var ikki so torfør at taka. Eg eri fluttur norður við familjuni og túi skuldi eg flyta felag. Eg búgvi nú ein hálvan minutt frá barndómsvøllinum, so Víkingur var altíð frammaliga í huganum, sigur Súni Olsen sum fyrr hevur umboðað bæði GÍ og Víking.

 

Í gjár spældi Súni Olsen sín seinasta landsdyst fyri Føroyar. Áðrenn hann fór á vøllin hevði hann longu gjørt upp við seg sjálvan, at hann skuldi skifta til Víking. Trý feløg vístu honum áhuga.

 

-       Avgerðin bleiv tikin mánadagin undan landsdystinum. Tað vóru serliga trý feløg, sum vístu áhuga. Tað var ikki tað fíggjarliga, sum var avgerandi. Víkingur hevur eitt spennandi lið og skal spæla í Evropa komandi ár, og so at tað er stutt til venjing, sigur Súni Olsen, sum fyri kortum bleiv pápi á øðrum sinni.

 

Hóast Súni í dag hevur kunngjørt, at hann skiftur til Víking, so er arbeiði í B36 ikki liðugt.

 

-       Eg havi ikki fjalt nakað fyri nøkrum. B36 hevur altíð vita mína støðu og eg eri ikki liðugur at verða B36’ari fyrr enn aftaná seinasta dyst í ár. Eg havi verið liðskipari seinastu dystirnar og tað er ein stór ábyrgd. Nú vil eg geva alt sum eg kann fyri at B36 kann røkka málinum um Evropa og møguleika eitt heiðursmerki, leggur Súni Olsen aftur.

 

Súni Olsen er uppvaksin í GÍ og spældi í Víkingi í 2009 og í 2010.