Hoyr átta mál og ein B36-venjara við blandaðum kenslum (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu B36 vann 6-2 á Skála, og hoyr samrøðu við Jákup á Borg, ið gleðist um stórsigurin, men harmast mongu gulu kortini

 

 

 

 

B36 skorar her eitt av sínum seks málum móti Skála á ovara vølli í Gundadali í Havn fyrr í dag

B36 skorar her eitt av sínum seks málum móti Skála á ovara vølli í Gundadali í Havn fyrr í dag

##med2##

B36 vann greitt 6-2 á Skála á ovara vølli í Gundadali í dag. Í steðginum var B36 á odda 4-1, men tað var Skála sum kom á odda 1-0.

B36-Skála 6-2 (4-1)

0-1 Jan Ingason Hansen (16.)

1-1 Árni Frederiksberg (25.)

2-1 Michal Przybylski (36.)

3-1 Sebastian Pingel (38.)

4-1 Alex Mellemgaard (45+.)

5-1 Meinhard E. Olsen (73.)

5-2 Niels Pauli Danielsen (brotsspark - 83.)

6-2 Ragnar Samuelsen (84.)

Høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg er glaður fyri stórsigurin, men hann er sera misnøgdur við, at B36 lat tvey mál inn, og tey fimm gulu kortini B36 fekk í dystinum. Hann segði, at hann í evalueringini av dystinum fór at vera atfinningarsamur um øll tey gulu kortini, men samstundis er eisini nógv gott at frøast um í dag. 

B36 er í løtuni oddalið í Betrideildini við níggju stigum aftaná tríggjar dystir.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum átta málunum, ið komu í dystinum millum B36 og Skála. 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jákup á Borg.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen.

 ##ms##

 

   

 

 

B36 skorar her eitt av sínum seks málum móti Skála á ovara vølli í Gundadali í Havn fyrr í dag

(Hoyr málini B36-Skála 6-2, og samrøðu við Jákup á Borg)