Hoyr dystarendan og samanumtøkuna frá FM1

(FM1) Hoyr viðmerkjaran, Hjalta Mohr Jacobsen og landsliðsvenjaran, Sonni Larsen seta orð á føroyska avrikið móti Ukraina

Her sæst Sonni D. V. Larsen landsliðsvenjari saman við føroyska hópinum undir einum time-out steðgi

Her sæst Sonni D. V. Larsen landsliðsvenjari saman við føroyska hópinum undir einum time-out steðgi

##med2##

Kenslan er blandað aftaná sera tepra 25-26 ósigurin hjá føroyska manslandsliðnum fyri Ukraina í EM-undankappingardystinum fyrr í kvøld. Fyrri hálvleikur var í løtum marrukendur, og í seinna hálvleiki traðkaðu ungu leyvurnar, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West á Teigum í karakter, og tað var so nær, at Føroyar fingu fyrsta stigið í hesari kappingini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum Føroyar-Ukraina. Viðmerkjari hjá FM1 var Hjalti Mohr Jacobsen.

2) Hoyr Hjalta Mohr Jacobsen taka samanum blandaða avrikið, har fyrri hálvleikur stendur veikur í myndini, meðan seinni hálvleikur stendur sera sterkur í myndini, ikki minst við ótrúliga frumdystinum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, ið skoraði sjey mál. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein vónbrotnan landsliðsvenjara, Sonni D. V. Larsen sum sá møguleikar at vinna stig, men tað eydnaðist akkurát ikki. Sonni kann tó fegnast um, at hava fingið ein breiðari hóp til avbjóðingarnar í framtíðini nú ungu leyvurnar eru klárar at stríðast fyri Føroyar. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Rók Akralíð og Jónas G. Djurhuus. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West á Teigum. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Teis Horn Rasmussen og Kjartan Johansen. 

Her sæst Sonni D. V. Larsen landsliðsvenjari saman við føroyska hópinum undir einum time-out steðgi

(Føroyar-Ukraina 25-26 (11-16). Hoyr dystarendan, og hoyr Hjalta M. Jacobsen og Sonni D. V. Larsen seta orð á dystin)