Hoyr hvussu KÍ endurvann oddasessin í Betrideildini (FM1)

(FM1) Hoyr frásøgnina av málunum í dystinum Víkingur-KÍ 1-3, og hoyr Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ seta orð á sigurin

KÍ-arnir fegnast um eitt av teimum trý málunum teir fingu í Sarpugerði í Norðragøtu í kvøld

KÍ-arnir fegnast um eitt av teimum trý málunum teir fingu í Sarpugerði í Norðragøtu í kvøld

##med2##

KÍ vann sín sjeynda dyst á rað í Betrideildini í kvøld, tá teir við einum sera góðum avriki í seinna hálvleiki vendu einum hóttandi 0-1 tapi til ein 3-1 sigur á Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu.

KÍ hevur sama stigatal sum B36, men klaksvíkingar hava eina málúrtøku sum er sjey mál betur enn B36, og tað kann vísa seg at hava týdning í síðsta enda.

Um dystin skrivaði Jóannes Hansen m.a. á in.fo fyrr í kvøld:  "Beinanvegin eftir steðgin legði Víkingur seg framum. Bogi Reinert Petersen skoraði eftir upplegg úr høgru frá Adeshina Lawal.

So skifti KÍ Páll A. Klettskarð inn, og hann vísti seg at vera sera avgerandi. Páll átti uppleggið, tá ið Patrik Johannesen javnaði, eftir at Atli Gregersen stórkiksaði. Lítla løtu seinni skoraði Páll A. Klettskarð eftir fínt álop og innlegg úr høgru.

Tveir minuttir seinni misti Víking ein mann, tá ið Heðin Hansen hjá Víkingi sá gula kortið fyri aðru ferð.

Hóast Víkingur var undirmannaður, so bylgjaði spælið báðar vegir. Spenningurin var stórur, og Sølvi Vatnhamar hevði ein møguleika at javna, áðrenn Patrik Johannesen staðfesti 3-1 sigurin, eftir upplegg frá Simen Sandmæl.

Fagnaðurin var stórur í KÍ leguni, nú møguleikin at vinna FM varð varðveittur og styrktur, meðan teir í Víkingi ásanna, at nú er teirra møguleiki at røkka Europa burtur."

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum og dystarendanum í Sarpugerði í Norðragøtu. 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein ovurfegnan høvuðsvenjara hjá KÍ, Mikkjal Thomassen aftaná sigurin hjá KÍ var í hús: -Eg eri øgiliga fegin. Talan var um fínan fótbóltsdyst, og tað var styrki, at okkara ikki vórðu tiknir av fótum, hóast teir beinanvegin eftir steðgin fingu mál ímóti sær, sigur ein fegin Mikkjal Thomassen.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze. 

KÍ-arnir fegnast um eitt av teimum trý málunum teir fingu í Sarpugerði í Norðragøtu í kvøld

(Víkingur-KÍ 1-3. Hoyr Trónd Arge siga frá málunum, og hoyr samrøðu við Mikkjal Thomassen)