Hoyr hvussu SÍ gjørdist steypavinnari hjá kvinnum (FM1)

(FM1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum

SÍ vann 3-2 á Mjølni í steypafinaluni hjá kvinnum

SÍ vann 3-2 á Mjølni í steypafinaluni hjá kvinnum

##med2##

Hóast sonevndu serfrøðingarnir høvdu oddaliðið í landskappingini, Mjølnir at verða ein lítlan favoritt til steypafinaluna móti SÍ, so vóru tað sørvágskvinnur sum vóru omaná aftaná ein fimmsettara. 

Tey fyrstu fýra settini vóru jøvn, og vóru tað ongantíð meir enn tveir ella tríggir bóltar á muni. Men í fimta setti - javnbrótaranum - smurdi SÍ klaksvíkskvinnur av við einum greiðum 15-6 sigri, og nú kunnu øll í stóru flogbóltsbygdini, Sørvági stórfegnast.

SÍ - Mjølnir 3-2(25-23, 25-27, 25-22, 22-25, 15-6)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum. Hoyr eisini viðmerkjaran, Gaja í Brekkuni taka samanum settini og dystin. 

 

HER  ber til at hoyra  Ingu Helenu Henriksen og Vivian Joensen hjá SÍ og Sufíu Purkhús Splidt hjá Mjølni seta orð á fimmsettaran, umframt steypahandanina.

 

##ms##

 

 

SÍ vann 3-2 á Mjølni í steypafinaluni hjá kvinnum

(SÍ-Fleyr, kvinnur 3-2. Hoyr avgerandi bóltarnar í teimum fimm settunum)