Hoyr og les samrøðu við varnar U17-venjarar áðrenn kappingina

-Tað kann væl vera vit vera avsmurdir, men dreingirnir vita sjálvir hvussu góðir teir eru, søgdu Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen leygardagin

(Mynd: Harald Bjørgvin) Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen vildu ikki geva sær vónir um úrslit áðrenn fráferðina til European Open

(Mynd: Harald Bjørgvin) Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen vildu ikki geva sær vónir um úrslit áðrenn fráferðina til European Open

##med2##

 

FM1 og Miðlahúsið vóru og forvitnaðust til seinastu venjingarnar hjá U17 landsliðnum fríggjadagin og leygardagin áðrenn hópurin fór til Gøteborg at luttaka í European Open.

Við at trýsta á pílin undir myndini ovast í greinini ber til at hoyra samrøðuna, ið vit gjørdu við venjararnar báðar undir styrkisvenjingini leygarmorgunin.

 

Niðanfyri ber til at lesa samrøðuna, ið stóð at lesa í Ítrottarosialinum mánadagin:

 

 

Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen eru venjarar hjá U17-landsliðnum. Mark Lausen-Marcher hevur høvuðsábyrgdina av verjupartinum, meðan Julian Johansen tekur sær av álopspartinum. Teir gera greitt at endamálið við at luttaka í kappingini er eisini at kanna hvar landsliðið liggur í mun til hini landsliðini í Evropa.
Sera torføra uppgávan á fyrsta dystardegnum kann brúkast væl, hugleiðir Julian Johansen.

-Hini liðini kenna einki til okkum og vit halda sjálvi at vit hava eitt fínt landslið, so vit skulu brúka fyrsta dagin til at taka hini á bóli, um vit skulu hava nakran møguleika at gera okkum galdandi í kappingini, sigur álopsvenjarin.

Hóast Føroyingar kenna nógv til spanskan og norskan hondbólt, so er ongantíð lætt at meta um eitt U17-landslið, og Mark Lausen-Marcher hevur eisini trupult við at spáa um hvørt tað fer at bera til at fáa góð úrslit í hesari kappingini.

-Um vit fáa góð úrslit ímóti Norra og Spania, so verður tað eitt gott útgangsstøði, men tað ber eisini til at vit fáa ein avsmurning, og so vita vit hvussu vit standa, sigur verjuvenjarin.

 

Væntanirnar koma uttanifrá

Hóndbóltsfjepparar vænta at hetta er eitt sera sterkt landslið, og Mark Lausen-Marcher viðurkennir eisini at vónirnar til henda árgangin eru stórar, men hesar vónirnar koma frá øðrum.

-Hetta er spennandi, men teir bert eru 16 og 17 ára gamlir, og tað er trupult at siga longu nú akkurát hvussu góðir hesar leikararnir eru ella kunnu gerast, ger venjarin greitt.

Julian Johansen tekur eisini undir við venjarafelaganum.

-Vit tosa ikki so nógv innanhýsis um hvussu góðir teir eru, tað er hoyra vit mest uttanifrá. Teir eru fínir hondbóltsspælarir, men teir vita eisini væl at teir koma at møta nógvum góðum leikarum, sum koma frá góðum londum, og sum hava størri úrval. So vit kunnu bara gera tað besta vit megna, og so mugu vit síggja hvussu langt tað røkkur. Tað kann væl vera at vit møta londum sum eru nógv betri enn hvat vit eru, sigur Julian Johansen avgjørdur.

 

Leikararnir vita sjálvir hvussu góðir teir eru

Tað at fólk leggja hesar væntanirnar á ungu leikararnar hava venjararnir eisini við í sínum fyrireikingum.

-Vit tosa nógv við teir um at teir sjálvir vita hvussu góðir teir eru, og at vit eisini hava havt nógv góð landslið áðrenn, so sum U21-landsliðið sum var í Algeria, men tað kemur ikki av sær sjálvum, sigur Julian Johansen og greiðir frá:

-Verður tað sligið ov stórt upp hvussu góðir teir kunnu vera, so er vandin at arbeiðshandskarnir vera sleptir. Men leikararnir eru raskir at koyra á til hvørja venjing, og eg eri vísur í at teir koma at geva alt í dystunum eisini.

 

Góða venjingin gevur styrkina

Arbeiðslagið hjá hesum leikarum er gott, og Julian Johansen greiðir frá at hetta hevur givið teimum eina kropsliga styrki, ið kanska stendur í mát við teir leikararnir, ið teir fara at hitta.

-Teir hava vant styrkisvenjing í fleiri ár, og kanska hevur hetta liðið størri vøddamassa enn undanfarin ungdómslandslið, og tað skulu vit brúka, sigur álopsvenjarin, ið eisini ásannar at afturvendandi føroyska avbjóðingin við at leikarar eru nakað lágir í altjóða hondbólti eisini ger seg galdandi her.

 

Verja álopssinnað

Tað at føroyingarnir eru nakað lægri ger, at verjuvenjarin, Mark Lausen-Marcher, ætlar at verja rættiliga álopssinnað.

-Um vit koma út á vøllin vænti eg at vit eru góðir mann ímóti manni og søkja bóltin væl. Tað skulu vit gagnnýta, sigur venjarin.

-Vit kunnu ikki liggja inni á seks metrum og leggja forðingar, men skulu heldur hugsað álopssinnað við at stjala bóltar og takkla høgt á vøllinum, ger venjarin greitt.

-Um vit fáa skotini ímóti okkum frá einum níggju-tíggju metrum við takklingum á, so havi vit tveir framúr málverjar, sum nokk skulu taka hesar bóltarnar.

 

Samstarvið skal flyta stóru verjurnar

Í álopinum snýr tað seg um at fáa samanspælið at rigga.
-Tað er einki at ivast í, at verjurnar, ið Føroyar fara at hitta, eru ein størri avbjóðing enn leikararnir eru vanir við. So vit tosa nógv um at tað ikki snýr seg um at fáa ein mann at gera alt arbeiði, men at allir seks áleyparar í felag flyta verjuna hjá mótstøðuni. Tí allarhelst verða tað stórir og sterkir verjuleikarar, ið vit skulu sleppa framvið, sigur Julian Johansen.

Liðið hevur eisini fyrireika seg væl og vant nógv saman fyri at røkka hesum endamálið.

-Eg og Mark hava tosað nógv um at leikararnir frammanundan kenna hvønn annan sera væl, og hava vant saman í nógv ár. Tí hava vit kunnað lagt eitt einfalt útlegg, sum vit hava kunnað fínpussað so hvørt. Vit hava latið ymiskt upp í hendurnar á leikarunum sjálvum, og tað hevur riggað væl, tí teir eru skilagóðir leikarar, sigur Julian Johansen.

 

Hópurin hevur staðið seg væl uttanlands

14 av teimum 16 leikarunum spæla ella hava spælt hondbólt í Danmark. Tríggir av teimum, Pauli Jacobsen, Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdust Danmarksmeistarar við Skanderborg í U16-deildini herfyri, eins og teir vunnu steypakappingina hjá dreingjum 18.

Teir tríggir eru sera dugnaligir, sigur Mark Lausen-Marcher, men ger eisini greitt at fleiri av hinum leikarunum eisini hava staðið seg væl á hægsta støðið í donskum ungdómshondbólti.

-Hondbóltsdystir verða avgjørdir við fleiri leikarum, so allir samlir skulu raka eitt høgt støðið, sigur verjuvenjarin áðrenn hann staðfestir, at tað hava hesir 16 leikararnir, ið eru úttiknir, allar møguleikar fyri.

 

 

(Mynd: Harald Bjørgvin) Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen vildu ikki geva sær vónir um úrslit áðrenn fráferðina til European Open

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna, ið FM1 gjørdi við U17-venjararnar báðar leygardagin í styrkisrúminum