Hoyr søguligu løtuna tá Klæmint skoraði mál nummar 200 (FM1)

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá enn einari søguligari fótbóltshending, hesaferð mál nummar 200 hjá Klæminti A. Olsen í bestu fótbóltsdeildini

Fyri 200 ferð kundi Klæmint A. Olsen fegnast um at skora eitt mál í bestu fótbóltsdeildini

Fyri 200 ferð kundi Klæmint A. Olsen fegnast um at skora eitt mál í bestu fótbóltsdeildini

 ##med2##

So gjørdi Klæmint A. Olsen tað sum Fótbólts-Føroyar hava bíðað eftir.

Smádrongurin úr Rituvík, ið sambært læknunum ikki kundi spæla fótbólt, tí hann hevði ein sokallaðan "klumpfót" hevur í dag skorað mál nummar 200 í bestu føroysku fótbóltsdeildini.

Hetta gjørdi Klæmint A. Olsen tá hann skoraði til 4-1 til NSÍ móti Skála við Løkin í Runavík tá 92 minuttir vóru farnir av dystinum. 4-1 gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Beint aftaná søguliga málið var dysturin bríkslaður av.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Trónd Arge siga frá enn einari søguligari fótbóltshending, hesaferð mál nummar 200 hjá Klæminti A. Olsen í bestu fótbóltsdeildini.

2) Hoyr Trónd Arge siga frá øllum málunum, ið komu í dystinum millum NSÍ og Skála.

Miðlahúsið og FM1 ynska Klæminti A. Olsen hjartaliga tillukku við teimum 200 málunum. Eitt ótrúligt avrik, ið øll mugu lyfta hattin av fyri.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Klæmint A. Olsen aftaná dystin. 

Fyri 200 ferð kundi Klæmint A. Olsen fegnast um at skora eitt mál í bestu fótbóltsdeildini

(Søguliga málið hjá Kæminti A. Olsen, mál nummar 200 í bestu fótbóltsdeildini)