Hoyvíkingar eru á sigurskós

Hálvleiksstøðan í mansfinaluni millum H71 og Neistan er 13 – 11 til H71

Fyrr í dag vunnu kvinnurnar hjá H71 steypafinaluna ímóti Neistanum 22 – 20.

Í kvøld er steypafinalan millum menn, og H71 er á sigurskós, nú fyrri hálvleikur er liðugur.

H71 legði fyri sum eitt ódnarveður, og skjótt vóru hoyvíkingar frammanfyri 4-0.

Neistin fótaði sær so við og við, og eitt skiftið var Neistin frammanfyri við tveimum málum.

Síðstu minuttirnar svaraði H71 aftur, og tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var støðan 13 – 11 til H71.

Neistin var fleiri ferðir í góðum støðum, uttan at tað eydnaðist at fáa mál, tí H71 málverjin var ein sannur brandur.