Hoyvíkingar vóru á knøunum í fyrra hálvleiki men reistu seg (FM1)

(FM1) Hoyr ein fegnan Leiv Mortensen, toppskjútta hjá H71 og ein vónbrotnan toppskjútta hjá Neistanum, Dánjal Ragnarsson seta orð á samlaða, tepra hálvfinalusigurin hjá H71

Steypafinalufagnaður er í Hoyvík, nú bæði kvinnuliðið og mansliðið hava vunnið seg í steypafinalurnar

Steypafinalufagnaður er í Hoyvík, nú bæði kvinnuliðið og mansliðið hava vunnið seg í steypafinalurnar

##med2##

Tað er altíð javnt og spennandi tá mansliðini hjá H71 og Neistanum møtast. Seinna hálvfinalan millum H71 og Neistan í einari fullsettari Hoyvíkshøll seinnapartin í dag var einki undantak. Tað endaði við javnleiki 21-21, og ein samlaðum teprum 44-43 sigri til H71, ið vann fyrru hálvfinaluna 23-22.

Neistin hevði H71 á knøunum í fyrra hálvleiki. Í steðginum var støðan 14-9 til Neistan. Tað var serliga ein stórspælandi Nicholas Satchwell í málinum sum var stóri munurin. Tíðliga í seinna hálvleiki hálaði H71 seg uppá 13-14, og eftir tað leikaði javnt á. Stórskjúttin, Dánjal Ragnarsson helt Neistanum inni í uppgerðini, men H71 hevði betri tamarhald á dystinum í seinna hálvleiki, og við javnleiki 21-21 tryggjaðu teir sær pláss í finaluni, ið verður ein endurtøka av finaluni í 2018, tá Kyndil eisini var mótstøðuliðið.

Leivur Mortensen gjørdist toppskjútti hjá H71 við fimm málum. Pætur Mikkjalsson og Elias Ellefsen á Skipagøtu skutu fýra mál hvør fyri H71.

Dánjal Ragnarsson skoraði heili 11 av 21 málum hjá Neistanum. Tróndur Mikkelsen skoraði fimm mál fyri Neistan.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dramatiska dystinum, og hoyr eisini Sjúrð taka samanum enn eina spennandi uppgerð millum H71 og Neistan.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá H71, Leivur Mortensen sum gjørdi systrini, Maritu Mortensen kunstin eftir við eisini at vinna seg í steypafinaluna. Sjúrður fekk Leiv so dánt at viðganga, at H71 aftur er favorittur móti Kyndli hesaferð, men Leivur staðfestir, at hesaferð má H71 gera tað munandi betri í steypafinaluni.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Dánjal Ragnarsson sum skoraði heili 11 mál í dag. Fyri Dánjal og liðfelagarnar er talan um eitt stórt vónbrot, serliga aftaná ein framúrskarandi fyrra hálvleik hjá Neistanum. 

 

##ms##

 

 

 

Steypafinalufagnaður er í Hoyvík, nú bæði kvinnuliðið og mansliðið hava vunnið seg í steypafinalurnar

(Samrøður: Leivur Mortensen og Dánjal Ragnarsson)