HSF: Allir hondbóltsdystir fyribils útsettir

Hondbóltssambandið hevur útsett allar dystir í tvær vikur

Starvsnevndin í Hondbóltssambandinum hevur í dag avgjørt, at útseta allar hondbóltsdystir í tvær vikur orsaka av Coronasmittuni. Hartil mælir Hondbóltssambandið til at øll feløgini steðga við venjingum og dystum komandi tvær vikurnar.

- Vísandi til nýggjastu tíðindini um, hvussu corona-smittan er farin at gera um seg í grannalondunum, og at vit tí eiga at verða eyka varin í Føroyum ta næstu tíðina, hevur starvsnevndin í Hondbóltssambandi Føroya avgjørt fyribils at útseta allar hondbóltsdystir – bæði hjá teimum vaksnu og hjá børnunum – í tvær vikur. Hondbóltssamband Føroya mælir somuleiðis feløgunum til at steðga allari venjing í umrødda tíðarskeiðnum, skrivar Hondbóltssambandið.

Fótbóltssambandið hevur í dag boðað frá, at fótbólturin verður um vikuskiftið, men uttan áskoðarar. Øll feløgini í Betri deildini hjá monnum vóru savnað í FSF húsinum í kvøld, har støðan í deildini var umrødd, eftir at fyrsta umfar var útsett leygardagin. Eftir drúgva viðgerð var avgjørt, at allir dystir í Betri deildini hjá monnum í mars skulu spælat uttan áskoðarar.

 

- Vit taka tilmælini frá heilsumyndugleikanum viðvíkandi coronasmittuni í stórsta álvara. Saman við læknafrøðiliga ráðgeva okkara, Elmar Ósá, hava vit lýst avbjóðingarnar við smittuni fyri feløgunum. Eg fegnist um, at FSF og feløgini saman hava tikið avgerð um at spæla fyrstu tvey umførini uttan áskoðarar, sigur Róin Schrøter, varaforseti.