HSF: Haldið venjingina við líka

Næstu tvær vikurnar eru hallirnar í Føroyum stongdar. Tað verður tí ikki møguligt at venja, spæla, ella fara til hondbólt. Hetta merkir tó ikki, at øll nú skulu vera púra óvirkin. Nú hevur Hondbóltssambandið saman við Hera Ziska, sum er kropsligur venjari hjá HSF, gjørt nøkur uppskot til, hvussu venjast kann í hesum steðginum, skrivar Hondbóltssambandið.

Heri Ziska hevur gjørt eina styrki- og konditiónsskrá, sum kann lagast eftir tí virksemi, sum einstaki íðkarin hevði fyri steðgin. Tað merkir, at um ein íðkari, undan steðginum, vandi tríggjar ferðir hondbólt, so kann viðkomandi ístaðin renna tríggjar ferðir. Sama er galdandi fyri styrkivenjingina. Viðvíkjandi styrkivenjingini verður mælt til, at øll venja minst tríggjar ferðir styrki í hesum tíðarskeiðinum. Nógvir hættir eru at venja skaðafyribyrgjandi fyri eitt nú knø, akslar og fótliðir.

- Hesar venjingar eru tíverri tíðum raðfestar ov lágt í dagligu venjingini. Komandi tíðarskeið gevur okkum høvi at styrkja hendan partin. Øll kunnu venja viðmæltu styrki- og konditiónsvenjingarnar, eitt nú tí at í styrkivenjingini verður bara egin kropsvekt brúkt, sigur Heri Ziska og leggur afturat:

##med2##

- Vit skulu undirstrika, at hendan venjingin, fyri íðkarar, sum hava vant styrki leingið, ikki vigar upp í móti klassisku styrkivenjingini, men nú tann møguleikin ikki er, er hetta eitt tað besta vit kunnu seta ístaðin, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Umframt at allar kappingar og venjingar í Føroyum eru avlýstar og útsettar í tvær vikur, so eru báðir landsdystirnir hjá kvinnum móti Ukraina eisini útsettir til í juni. Venjingarætlanirnar leggja á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum.