HSF leggur afturat stuðulstoyminum

Landsliðsarbeiðið kevur nógv og tí kemur stuðulin væl við, heldur Gunn Ellefsen fyri

Mynd: (HSF) Frá vinstru: Vilhelm Poulsen, Eva Skeel Nolsø, Gunn Ellefsen og Marita Mortensen

Mynd: (HSF) Frá vinstru: Vilhelm Poulsen, Eva Skeel Nolsø, Gunn Ellefsen og Marita Mortensen

Hondbóltssambandið og Føroya Tele hava gjørt stuðulsavtalu og verður Føroya Tele nú ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF. Hondbóltssambandið hevur verið í fíggjarligum avbjóðingum viðvíkjandi landsliðsarbeiðinum, sum er vaksandi í løtuni.

- Virksemið hjá HSF er økt nógv seinastu fáu árini, serliga í landsliðshøpi, og tí krevst størri fígging og harvið fleiri stuðlar. Vit eru ógvuliga fegin um nýggja samstarvið við Føroya Tele og síggja vit stórar møguleikar í promovering av hóndbóltsítróttinum saman við teimum, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.

##med2## 

Tað var um reppið at partar av føroyska landsliðsarbeiðnum datt niðurfyri, men við eitt nú stuðli hevur eydnast at halda fram við arbeiðinum.

- Eisini vit í Føroya Tele hava sæð góðu úrslitini, sum føroysku landsliðini hava fingið og somuleiðis stóra áhugan, sum er fyri hondbólti sum heild í Føroyum. Við okkara tøkni síggja vit eisini møguleikar at fáa hondbóltin enn meira fram í ljósið og út til fólki, sigur Eva Skeel Nolsø, HR- og marknaðarstjóri hjá Føroya Tele.

Mynd: (HSF) Frá vinstru: Vilhelm Poulsen, Eva Skeel Nolsø, Gunn Ellefsen og Marita Mortensen