HSF manglar eina miljón til stóra landsliðsvirksemið (FM1)

(FM1) Hoyr Hall Danielsen seta orð á trupuleikan, ið er uppstaðin nú HSF ikki fekk peningin teimum var lovaður av politikkarunum

Hallur Danielsen, samskipari hjá HSF staðfestir, at ein miljón manglar í til stóra landsliðsvirksemi hjá HSF

Hallur Danielsen, samskipari hjá HSF staðfestir, at ein miljón manglar í til stóra landsliðsvirksemi hjá HSF

##med2##

Fyri stuttum endaði EM-undankappingin í manshondbólti, har føroyska manslandsliðið stóð fyri nógvum góðum avrikum við javnleiki móti Montenegro, heiðurligum tapum móti Ukraina og Montenegro og einum heiðurligum úrsliti móti heims og olympisku meistarunum, Danmark. 

Í HSF fegnast tey um júst avgreiddu EM-undankappingina, men politiska skipanin spælir enn ikki við til tær stóru framtíðar avbjóðingarnar, ið eru fyri framman.

Mánadagin 15. juli er dagurin HSF má melda til komandi HM-undankapping fyri manslandslið, men miljónin sum politikkararnir á tingi lovaðu HSF sum kompensasjón fyri mista heimavøllin í Føroyum er enn ikki komin, og tað leggur eitt neiligt trýst á landsliðsvirksemið hjá HSF.

Um tann av politikkarunum lovaða miljónin ikki kemur í hús, so má HSF í holt við at skerja landsliðsvirksemi, og tað kann ganga útyvir kvinnulandsliðið og tey yngru landsliðini. 

Stóru mangilin hjá HSF er og verður kortini, at eingin altjóða góðkend høll er í Føroyum, har til ber at spæla heimadystir í undankappingum. 

Hallur Danielsen, samskipari hjá HSF heldur eisini, at tað er rættiliga ússaligt, at játtanin til ÍSF er bara hækkað úr seks miljónum uppí níggju miljónir seinastu 20 árini.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Hall Danielsen í hálvleikinum í dystinum millum B36 og NSÍ. 

 

 

Hallur Danielsen, samskipari hjá HSF staðfestir, at ein miljón manglar í til stóra landsliðsvirksemi hjá HSF

(Samrøða við Hall Danielsen, samskipara hjá HSF)