HSF og FM1 longt avtaluna

HSF og FM1 hava longt avtaluna um miðling og útvarping av

Mynd: (HSF.fo) Petur Zachariassen, stjóri á FM1, og Ári Rouch úr Hondbóltssambandinum

Mynd: (HSF.fo) Petur Zachariassen, stjóri á FM1, og Ári Rouch úr Hondbóltssambandinum

Hondbóltssambandið og FM1 hava longt avtaluna um miðling og útvarping av hondbóltsdystum í lands- og steypakappingini, umframt landsdystum. Hetta er triðja árið HSF og FM1 samstarva um hondbóltsmiðling, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni.

HSF hava saman við Petur Zachariassen frá FM1 dagført avtaluna nakað. Upptaktssending verður fast hvønn fríggjadag frá kl. 15.00 til 16.00 við einum føstum paneli av hondbóltsserfrøðingum, og samstundis er eisini avtalað, at føst heimildarfólk verða í hallunum, soleiðis at FM1 í ítróttarsendingunum í vikuskiftinum ringir runt at hoyra, hvussu gongur í ymisku dystunum.

FM1 verður eisini at hoyra til allar landsdystir hjá Føroyum eins og undanfarna kappingarár, har Sjúrður Hoydal var fastur miðlari til bæði úti- og heimadystir.

Mynd: (HSF.fo) Petur Zachariassen, stjóri á FM1, og Ári Rouch úr Hondbóltssambandinum