HSF vónar at sleppa at vísa føroyskan hondbólt fram í Føroyum

Tað verður ein lætti hjá Halli Danielsen og HSF tá ið seinasti heimadysturin uttanlands á hesum sinni er leiktur í kvøld.

Hallur Danielsen og hini bæði starvsfólkini hjá HSF hava stríðst undir umstøðunum hjá manslandsliðnum

Hallur Danielsen og hini bæði starvsfólkini hjá HSF hava stríðst undir umstøðunum hjá manslandsliðnum

Dysturin Føroyar - Montenegro verður leiktur í kvøld klokkan 18.30 - FM 1 sigur beinleiðis frá

Hondbóltssamband Føroya hevur úr at gera at við at aftur skipa fyri heimadysti í nýggjari høll og nýggjum donskum býi áðrenn dystin ímóti Montenegro í Farum Arena hóskvøldið.

Tey trý starvsfólkini á HSF-skrivstovuni eru í eins fullari ferð og leikararnir undir venjingini mikudagin. Hallur Danielsen hevur kortini tíð at práta við in.fo, og hann ger beinanvegin greitt at tað snýr seg um at fáa sum best burtur úr støðuni.

-Tað er sjálvandi ein avbjóðing at tað kostar okkum nakrar hundrað túsund krónur hvørja ferð, so vit gleða okkum til at fáa okkara egna heimavøll.

Umframt at tað kostar nógvar pengar, er tað eisini nógv orka sum fer í fyrireikingarnar. So tey trý starvsfólkini í HSF – har tvey eru fullsett og eitt er hálvtíðarsett – skulu arbeiða hart, greiðir Hallur Danielsen frá, og ger eisini greitt at tey gleða seg sera nógv til sjálvan dystin.

Hetta er seinasti heimadysturin undir hesari avtaluni, og Hallur Danielsen kennir tað sum ein lætta, at tað skjótt er yvirstaðið.

-Vit hava brúkt lutfalsliga ov nógva tíð uppá hesar avbjóðingarnar, og vit gleða okkum ófatiliga nógv til vit fáa umstøður at spæla hesar dystirnar í Føroyum. Tað verður ítrottarliga, umsitingarliga og fíggjarliga ein stórur fyrimunir, staðfestir Hallur Danielsen.

Í løtuni vóna tey í HSF bert at nógv fólk fara at koma til seinasta heimadystin í hesi undankappingini, og tað er greitt at áhugin er til staðar fyri føroyska landsliðnum eftir tveir teir fyrstu heimadystirnar í Danmark.

-Vit hava eitt gott A-landslið og her er okkurt stuttligt og spennandi á veg í føroyskum hondbólti, so vit vóna sjálvandi at vit kunnu vísa hetta fram í Føroyum eisini.

Landsliðið hevur eisini mist av fíggjarligu avbjóðingunum, og Hallur Danielsen ger greitt at venjararnir kundu ynskt at landsliðið fór fyrr til Danmarkar, í mun til at teir hesaferð fóru úr Føroyum 36 tímar undan dystarbyrjan. Tá ið heimavøllurin hevur verið í Føroyum eru nógvu betri møguleikar at hópurin er savnaður longur undan dystinum.

Yvirhøvur ger umsitingarliga støðan seg inn á ítrottarligu møguleikarnar, og Hallur Danielsen endurtekur at enda, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur um landsliðið slapp at spæla í Føroyum.

Hallur Danielsen og hini bæði starvsfólkini hjá HSF hava stríðst undir umstøðunum hjá manslandsliðnum