Hugin Samuelsen er stóra hetjan hjá B36 (FM1)

(FM1) Hoyr trímálsskjúttan hjá B36, Hugin Samuelsen og høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen seta orð á 4-0 sigurin hjá B36 á Eiði

Hugin Samuelsen (Nummar 15) skorar her móti ÍF í næstseinasta leikumfarið

Hugin Samuelsen (Nummar 15) skorar her móti ÍF í næstseinasta leikumfarið

##med2##

B36 heldur seg inni í harða FM-stríðnum, og legði seg fyribils á odda í Betrideildini við einum trivaligum 4-0 sigri á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði.

Um KÍ ikki fær fult móti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu týsdagin klokkan 17 verður B36 verandi oddalið aftaná 25 umfør. Vinnur KÍ avlýsta dystin verður KÍ oddalið aftaná 25 leikt umfør.

Stóra hetjan hjá B36 í dystinum móiti EB/Streymi var 20 ára gamli Hugin Samuelsen, ið skoraði reint hattrick fyri B36, og var eydnan við Hugini fekk hann fleiri mál í dag. Fjórða má skoraði Jónas Tór Næs, ið er vaknaður sum málskjútti á gamalsaldrinum sum fótbóltsspælari.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá teimum báðum málunum B36 fekk í seinna hálvleiki umframt dystarendanum.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi. Jákup Martin ásannar, at B36 var betra liðið í dag, men hann heldur EB/Streymur stríddist væl og burdi fingið meir burturúr dystinum í dag.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við stóru málhetjuna hjá B36, Hugin Samuelsen sum stórfegnast um oddasessin og um at skora hattrick. Í gleðini iðrar Hugin seg um, at hann ikki skoraði hattrick í fyrra hálvleiki. Hann heldur ikki, at hann var rangstaddur í støðuni tá málið hjá honum í fyrra hálvleiki var kolldømt, og tí var gott at fáa staðfest eitt hattrick í seinna hálvleiki: - Vit hava einki vunnið enn. Vit hava tveir dystir eftir, og teir skulu vinnast, slær Hugin fast. 

 

 

Hugin Samuelsen (Nummar 15) skorar her móti ÍF í næstseinasta leikumfarið

(Samrøður: Jákup Martin Joensen og Hugin Samuelsen)