Hummels skiftir aftur stórfelag

Bayern Munchen og Borussia Dortmund hava keypt nógv frá hvørjum øðrum seinasti árini, og í dag er enn ein handil gjørdur.

Mynd av Mats Hummels mynd: skysports

Mynd av Mats Hummels mynd: skysports

Talan er um týska miðverjuspælaran Mats Hummels, ið eftir øllum at døma er vorðin Dortmund spælari í dag. Hetta er triðju fer at 30 ára gamli verjuleikarin skiftir millum júst hesi feløgini, umframt tað hevur hann eisini verið læntur út frá Bayern til Dortmund.  

Borussia Dortmund hava givið millum 250-300 milliónir krónir fyri 30 ára gamla týskaran. Hetta er næst dýrasta keypið Dortmund nakrantíð hava gjørt.

Mats Hummels hevur spælt við Bayern Munchen í trý ár, og hevur vunnið bestu týsku deildina trýggjar ferðir.

Tá ið Mats Hummels skifti frá Dortmund til Bayern í 2016, kostaði hann slakar 280 milliónir krónir.

 

 

Mynd av Mats Hummels mynd: skysports