Hvør vil hava Erling B. Håland?

Familjan Håland og umstríddi umboðsmaðurin hjá Erlingi hava verið á rundferð í Evropa. Tað er ikki falli øllum í góða jørð

Mynd: (Scanpix) Erling B. Hålandi hevur ikki rakt málið í fýra teimum seinastu dystunum

Mynd: (Scanpix) Erling B. Hålandi hevur ikki rakt málið í fýra teimum seinastu dystunum

Norska stjørnuskotið, Erling B. Håland, er millum størstu nøvnini í fótbólti í løtuni. 20 ára gamli áleyparin hevur skorað 49 mál í 50 dystum fyri Borussia Dortmund, og øll tey stóru feløgini liggja óiva framvið.

Tað hevur tó vakt ans, at umstríddi umboðsmaðurin hjá honum, Mino Raiola, hevur verið á sjarmuferð í Spania, fyri at vísa fram Erling B. Håland, meðan Borussia Dortmund hevur eitt torført tíðarskeið í Bundesliguni og málið um Champions League fótbólt komandi kappingarár fánar.

Mino Raiola er saman við pápa Erlingi, fyrrverandi norski landsliðsspælarin Alf Inge Håland, sum eisini hevur spælt við Leeds United og Manchester City, farin til Spania eftir landsliðssteðgin. Spanskir miðlar skriva, at tað er fyri at bjóða norska stjørnuskotið fram og hetta er góðtikið av Borussia Dortmund.

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá fyrrverandi týska landsliðsspælaranum, Dietmar Hamann. Viðmerkjarin heldur fyri í týskum sjónvarpi, at slíkur atburður er at vísa vantandi virðing fyri felagnum, tá Borussia Dortmund hevur so avgerandi dystir í næstum. Liðið tapti í gjár 2-1 móti kappingarneytanum Eintracht Frankfurt.

– Dortmund skuldi hugsað um, hví spælarar altíð traðka á teir. Har eru manglandi leiðaraeginleikar. Atburðurin hjá pápa Erlingi og Mino Raiola er ikki til at seta orð á. Virðisleyst. Um Erling B. Håland vil avstað, so lat hann fara avsað, sigur Dietmar Hamann, sum millum annað spældi við Bayern Munchen og Liverpool í síni tíð.

Bæði FC Barcelona og Real Madrid hava víst Erling B. Håland áhuga, men tað verður eisini mett at Manchester City hevur eyguni eftir honum, nú Sergio Aguero gevst í summar. Pep Guardiola, venjari, hevur tó á tíðindafundi sagt, at tað ber slett ikki til fíggjarliga. Enskir miðlar nevna eisini Chelsea sum ein møguleika.

Mynd: (Scanpix) Erling B. Hålandi hevur ikki rakt málið í fýra teimum seinastu dystunum