Tað var ein heldur margháttilig sjón á sjónvarpsskermunum kring heimin, tá ið Istanbul Basaksehir og Sivasspor leygardagin hittust í bestu turkisku deildini.
Tað hevði kavað illað í Istanbul hendan dagin, og hvítu búnarnir hjá gestunum úr Sivasspor vóru næstan ikki til at síggja á sjónvarpsskermunum.
Hvítu búnarnir og kavin á vøllinum fullu nevniliga í eitt, og hetta hildu hyggjarar vera heldur margháttiligt og løgdu hópin av skermmyndum á eitt nú Twitter.
Ein av hesum myndunum sæst omanfyri, har hyggjast skal rættiliga væl eftir fyri at finna allar leikararnar í hvítum búnum á myndini.
Dysturin ímillum Istanbul Basaksehir og Sivasspor endaði við 1-1-javnleiki.
##med2##
Hvítu búnarnir sóust betur frá vøllinum.