Í dag kunnu Heðin og vágamenn skriva søgu

Hjá B36 verður nýggjur maður millum stólparnar í Sørvági

Ellivu kappingarár hava vágamenn verið í bestu deildini, síðani teir miðskeiðis í nítiárunum fyrstu ferð royndu seg í bestu deildini við felagsliði. Besta úrslitið higartil var í 1995, tá ið FS Vágar fyrstu ferð var í bestu deildini og við 23 stigum fyri 18 dystir endaði á sætta plássi. Hetta var fyrsta árið, at trý stig vórðu latin fyri at vinna fulla úrtøku.

Felags fyri allar royndirnar hjá FS Vágar og 07 Vestur í bestu deildini er, at tað higartil ongantíð hevur eydnast at vinna í fyrsta umfari.

Í dag verður B36 gestur á Dungasandi. B36 er í nýggjari útgávu. Dan Brimsvík er nýggjur venjari, og fleiri nýggir danskir spælarar eru á liðnum. Mathias Thrane tykist vera ógvuliga væl upplagdur framrættaður miðvallari. Tobias Christensen er spildurnýggjur álopsspælari. Hann hevur verið í sóttarhaldi og var fyrst í hesi vikuni fyri fyrstu ferð og vandi. Hann verður á listanum í Sørvági sunnudagin, men tað er ikki vist, at hann verður millum teir fyrstu ellivu.

Hóast hann fyrsta mai verður 40, so eigur Tór-Ingar Akselsen, sum fyrstu ferð var á besta liðnum í 1997, framvegis týdningarmiklan leiklut á liðnum hjá 07 Vestur, hóast tað ikki er víst, at hann altíð verður millum teir fyrstu ellivu. Tveir 24 ára gamlir norðmenn eru nýggir í framrættaða partinum – miðvallarin Martin Heiberg og álopsspælarin Erling Myklebust.

Høgni Egilstoft Nielsen, sum ikki spældi í fjør, tí krossbandið var farið, vandi í vikuni fyri fyrstu ferð saman við liðfeløgunum, og Teitur Olsen og Sølvi Egilsson eru skaddir.

07 Vestur – B36: Rúni Gaardbo kl. 15.00.