Í dag vóru HB-kvinnurnar effektivar (FM1)

(FM1) Hoyr liðskiparan hjá HB, Heidi Sevdal seta orð á 6-3 hálvfinalusigurin á KÍ fyrr í dag

Kvinnurnar hjá HB eru aftur partur av steypafinaluni í ár (Savnsmynd)

Kvinnurnar hjá HB eru aftur partur av steypafinaluni í ár (Savnsmynd)

##med2##

HB er aftur partur av steypafinaluni hjá kvinnum í ár. Hetta gjørdist veruleiki tá HB vann 6-3 á KÍ á ovara vølli í Gundadali fyrr í dag. Í steðginum var HB á odda 3-0, og í seinna hálvleiki var HB á odda bæði 4-0, 5-1 og 6-2.

Fyrra hálvfinalan norðuri í Klaksvík endaði 2-2, og vann HB sostatt samlað 8-5.

Liðskiparin hjá HB, Heidi Sevdal staðfestir, at tað var avgerandi, at tær í HB, og serliga Rebekka Benbakoura vóru effektivar í dag.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu FM1 hevði við Heidi Sevdal fyrr í dag. 

HB-KÍ 6-3 (3-0) - HB vinnur samlað 8-5.

23'
1-0
Rebekka Benbakoura
37'
2-0
Heidi Sevdal
41'
3-0
Rebekka Benbakoura
48'
4-0
Rebekka Benbakoura
50'
4-1
Sigrid Jacobsen
56'
5-1
Julia Naomi Mortensen
62'
5-2
Evy á Lakjuni
78'
6-2
Rebekka Benbakoura
88'
6-3
Sanna Svarvadal         (faroesoccer.com)

Kvinnurnar hjá HB eru aftur partur av steypafinaluni í ár (Savnsmynd)

(Samrøða við Heidi Sevdal)