Í dag vóru vágsdreingir bestir

5-mannafør dreingir: Úrslitið var heilt øðrvísi í dag, enn tað var á norðoyastevnu

Tað vendi heilt øðrvísi, tá ið dreingirnir kappaðust á sundalagsstevnu í Hvalvík, enn tað gjørdi fyri viku síðani, tá ið tað varð kappast á norðoyastevnu í Klaksvík.

Á norðoyastevnu vann Heykur úr Hósvík, men tað eydnaðist ikki teimum úr Hósvík at vinna á sundalagsstevnu. Heykur var ongantíð við í kappingini um fremsta plássið og endaði á fjórða plássi.

Fyrstur á mál var Royndin Fríða úr Vági, sum á norðoyastevnu varð nummar fýra. Royndin Fríða var skutin undan tveimum bátum hjá Havnar Róðrarfelag – Sílið og Drekin – sum vóru í sera stórari kapping um næstfremsta plássið.

Firvaldur, sum var næstfyrstur á norðoyastevnu, endaði í dag á fimta plássi.

1 Royndin Fríða 5.30.26

2 Sílið 5.31.10

3 Drekin 5.31.37

4 Heykur

5 Firvaldur

6 Karin

7 Tjaldrið

8 Ørnin

9 Jallurin

10 Teistin