Í kvøld kann KÍ taka oddasessin

Betri deildin menn: Leygarkvøldið kundi alt verið avgjørt, men nú kann KÍ yvirhála HB

Í kvøld verður triði dysturin í 19. umfari. Tað er umfarið, sum byrjaði sunnudagin, har Víkingur og TB vunnu útisigrar á EB/Streymi og AB. Í kvøld fær Skála vitjan av KÍ, meðan dystirnir millum HB-NSÍ og ÍF-B36 eru útsettir til 28. oktobur.

Heimaliðið er botnlið í føroyskum fótbólti og tapti heili 6-0 seinast liðini møttust. Tað var í fyrstu royndini hjá nýggja venjaranum á Skála, Sorin Anghel. Síðani hevur liðið fingið eitt stig á Argjum, so frástøðan upp til nummar níggju er fimm stig.

Skála hevur í kvøld Niels Paula Danielsen tøkan aftur eftir leikbann. Tveir týðandi spælarar eru ivasamir. Teir eru Haraldur Reinert Højgaard og Jan Ingason Hansen. Skála hevur ongan spælara havt við á A-landsliðnum ella U21-landsliðnum, so liðið hevur havt tríggjar vikur at fyrireika seg til hendan dystin.

Gestirnir eru helst í sterkastu útgávuni í nýggjari tíð. KÍ lyfti seg upp á eitt hægri stig í Champions League dystinum móti Young Boys. Teir vístu aftur styrki leygarkvøldið við at vinna 2-1 á HB í oddadystinum. Hartil komu David Skrbec og Abubakar Ibrahim Aliyu inn fyri fyrstu ferð. Tað kundi verið hugsandi, at teir fáa spæliminuttir í kvøld, nú tað eru nógvir dystir fyri framman. KÍ skal eisini spæla í 3. umfari í Europa League.

Ísak Simonsen hevur verið plágaður av einum vøddaskaða í eina tíð, og var á bonkinum móti HB. Jesper Brinck hevur avloyst á vinstra bakkinum. Seinast KÍ var á vitjan á Skála var 2. august. Tá vann KÍ 6-0. Vinnur KÍ aftur í kvøld, so verður KÍ oddalið í føroyskum fótbólti – tó við einum dysti fleiri enn HB.

##ms## 

Dysturin millum Skála og KÍ byrjar klokkan 19. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.

Liðtíðindi:

Skála:

Ivasamir: Haraldur Reinert Højgaard og Jan Ingason Hansen.

Við aftur: Niels Pauli Danielsen (eftir leikbann)

KÍ:

Ivasamur: Ísak Simonsen (vøddaskaði)

1.HB183946
2.183944
3.NSÍ182038
4.B36172737
5.Víkingur191135
6.ÍF18-1620
7.EB/Streymur19-2419
8.TB19-1313
9.AB19-437
10.Skála17-402