Í kvøld stórfegnast Hjalmar um avrikið hjá VÍF (FM1)

(FM1) Hoyr VÍF-venjaran, Hjalmar Klein Olsen og tvímálsskjúttan hjá H71, Pætur Mikkjalsson seta orð á VÍF-H71 23-21 (10-9)

Í kvøld kann VÍF-venjarin, Hjalmar Klein Olsen stórfegnast aftaná týðandi sigur á oddaliðnum, H71

Í kvøld kann VÍF-venjarin, Hjalmar Klein Olsen stórfegnast aftaná týðandi sigur á oddaliðnum, H71

##med2##

Lagið er framúr í Vestmanna í kvøld. Okkaradeildarliðið hjá VÍF vann í høllini í Vestmanna sera týðandi 23-21 sigur á oddaliðnum, H71. Í steðginum var VÍF á odda 10-9.

Hetta merkir, at VÍF er trý stig frammanfyri StÍF og KÍF.

- Vit lovaðu okkum sjálvum, at eitt slíkt avrik sum tað móti KÍF skuldu okkara trúgvu áskoðarar ikki uppliva aftur, segði ein glaður VÍF-venjari, Hjalmar Klein Olsen aftaná dystin.

Pætur Mikkjalsson sum skoraði tvey mál fyri H71 í kvøld staðfesti, at tað er altíð súrt at tapa, serliga tá ein fer út á bygd at spæla. Men hann lovar, at H71 fer at reisa seg leygarkvøldið við einum sigri á KÍF í høllini í Kollafirði.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍF og H71 á FM1. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal, reportari hjá FM1 gjørdi við Hjalmar Klein Olsen og Pætur Mikkjalsson. Fremst hoyrist Sjúrður siga frá allarseinastu løtuni av dystinum. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71154243507424
 VÍF164404093120
 NEISTIN154053634218
 KÍF153933613217
 STÍF15417426-917
 KYNDIL14358377-198
 TEAM KLAKSVÍK14288439-1510

 

 

Í kvøld kann VÍF-venjarin, Hjalmar Klein Olsen stórfegnast aftaná týðandi sigur á oddaliðnum, H71

(Samrøður: Hjalmar Klein Olsen og Pætur Mikkjalsson)