Í mesta lagi 300 áskoðarar til finalurnar

Enn er ógreitt, hvussu nógvir áskoðarar sleppa til steypafinalurnar í hondbólti um vikuskifti, men greitt er, at talan verður í mesta lagi um 300 áskoðarar

Um vikuskiftið verða árligu steypafinalurnar í hondbólti leiktar í høllini á Hálsi í Havn. Talan er um finalurnar hjá bæði teimum vaksnu og hjá ungdóminum. Serliga støðan við korona ger, at talið av áskoðarum til finalurnar verður væl lægri enn vanligt.

- Vit vita ikki í løtuni neyvt, hvussu nógvir áskoðarar sleppa til finalurnar. Vit hava gjørt eitt uppskot, har vit hava tríggjar tribunir, har vit seta 100 áskoðarar til hvørja. Og so skifta vit allar áskoðararnar út millum finalurnar. Hetta hava vit so sent til Koronaráðgevingina, sum tó hevur sýtt fyri at geva loyvi til hetta og sigur, at samlaða talið av áskoðarum skal bara vera 100, greiðir Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandi Føroya frá.

Hann sigur tó, at farsóttarnevndin hevur fund seinni í dag, og vónandi kann hon gera okkurt, soleiðis at HSF fær loyvi til at hava 300 áskoðarar til finalurnar.

Farna vikuskifti vóru hálvfinalurnar í steypakappingini leiktar, og tá vóru ivaleyst væl fleiri enn 300 áskoðarar til dyst bæði á Hálsi og í Hoyvík, og tí kann man undrast, at sama ikki er galdandi til finalurnar.

- Tað kann vera, at tað vóru fleiri enn 300 áskoðarar til teir dystirnar. Men starvsnevndin í HSF hevur mælt til, at man fylgir tilmælunum, men til hasar dystirnar sita feløgini við endaligu avgerðini, sigur Hallur Danielsen.