Iðrar seg um tap móti Ynys Mon í tvímansleiki (FM1)

(FM1 á OYL) Pætur M. Dahl og Jón Brekku eru úti av kappingini í tvímansleiki aftaná 0-2 tap

Pætur M. Dahl tapti saman við Jón Brekku 0-2 í innleiðandi dystinum í tvímansleiki (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Pætur M. Dahl tapti saman við Jón Brekku 0-2 í innleiðandi dystinum í tvímansleiki (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

##med2##

Tað gekk væl í løtum hjá Jón Brekku og Pætur M. Dahl í innleiðandi dystinum í tvímansleiki móti Sion Myers og David Parry úr Ynys Mon, men parið av Ynys Mon vóru sterkari á servuni og høvdu stabilari avrik.

Dysturin endaði 2-0 til Sion Myers og David Parry. Settmunurin var 6-2 og 6-4. Í fyrra settinum var støðan 2-3, men so mistu Jón og Pætur takið, og taptu 2-6. Jón og Pætur vunnu góðar tvídystir og høvdu góðar løtur í seinna settinum, men Sion Myers og David Parry.vóru kaldari tá á stóð og vunnu 6-4.

Venjarin, Pablo Merin heldur, at Pætur og Jón høvdu góð avrik í dystinum, men teir vóru ov fjálturstungnir í avgerandi løtum, og so servaðu mennirnir av Ynys Mon betur.

Pætur M. Dahl iðrar seg. Hann heldur, at við einum betri og støðugari avriki høvdu hann og Jón megnað at vunnið dystin.

Omanfyri ber til at hoyra samrøður frá FM1 við Pablo Merin og Pætur M. Dahl, ið nú skulu fokusera uppá dystir í troystkappingini fyri spælararnir sum eru útslignir. 

##med3##

##ms##

 

 

Pætur M. Dahl tapti saman við Jón Brekku 0-2 í innleiðandi dystinum í tvímansleiki (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

(Samrøður: Pablo Merin og Pætur M. Dahl)