ÍF-EB/Streymur 1-1: Hoyr málini og samrøður

(FM1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá málunum hjá ÍF og EB/Streymi, og samrøðurnar hann gjørdi við Hans Jørgen Djurhuus (ÍF) og Hjalta K. Djurhuus (EB/Streymur)

Veteranurin, Bárður Olsen syrgdi fyri við einum rimmar frísparki, at EB/Streymur fekk javnleik 1-1 í Fuglafirði í dag

Veteranurin, Bárður Olsen syrgdi fyri við einum rimmar frísparki, at EB/Streymur fekk javnleik 1-1 í Fuglafirði í dag

##med2##

ÍF lá leingi væl fyri at vinna "Best of the Rest" dystin móti EB/Streymi í Fløtugerði í Fuglafirði í dag.

Beint undan steðginum legði Hans Jákup Lervig ÍF á odda 1-0, men stutt undan leikloki javnaði veteranurin, Bárður Olsen fyri EB/Streym við einum rimmar frísparki.

ÍF liggur tó best fyri at vinna 6. plássið við 22 stigum. EB/Streymur hevur 20 stig. Seks stig eru niður til TB, ið hevur 14 stig.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá báðum málunum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við annan av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus, ið er sera vónbrotin av, at ÍF heldur ikki hesaferð bar sigurin heim.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Hjalta K. Djurhuus hjá EB/Streymi, ið var munandi meira nøgdur enn Hans Jørgen Djurhuus um javnleikin. Hjalti heldur, at ÍF hevur ligið rættiliga væl til EB/Streym hetta kappingarárið. 

Veteranurin, Bárður Olsen syrgdi fyri við einum rimmar frísparki, at EB/Streymur fekk javnleik 1-1 í Fuglafirði í dag

(ÍF-EB/Streymur 1-1. Hoyr málini og samrøður við Hans Jørgen Djurhuus og Hjalta K. Djurhuus)