ÍF er steypavinnari fyri 9. ferð

Talan var um sera spennandi og dramatiska finalu ímóti Mjølnir, sum hevur vunnið tvey tey undanfarnu árini

ÍF menninir eru steypavinnarar í 2021. Hetta er fyrsta ferðin síðani 2016, at fuglfirðingar hava vunnið steypakappingina í flogbólti hjá monnum.

Hetta er níggjunda ferðin, at ÍF menninir eru steypavinnarar. So ofta hevur einki annað lið vunnið steypið.

Mjølnir hevur tvey tey undanfarnu árini vunnið steypið. Tá var tað við sera sannførandi sigrum.

Í dag var talan um tætta, spennandi og dramatiska finalu, har tað var neyðugt at spæla fimm sett, áðrenn tað var greitt, at ÍF hevði vunnið.

Mjølnir legði bragdliga fyri, og tað eydnaðist ongantíð ÍF heilt at fóta sær, tá ið Mjølnir vann 25 – 21.

Í øðrum setti gekk tað leingi javnt á. At ÍF vann 25 – 21 komst millum annað av, at Mjølnir menninir síðstu løtuna høvdu stórar trupulleikar við móttøkunum.

Í triðja setti, sum ÍF vann 25 – 20, vóru fuglfirðingar síðstu løtuna og við Arthur Djurhuus Poulsen á odda sera sannførandi í álopsspælinum.

Nú hevði Mjølnir knívin á barkanum, men tað eydnaðist klaksvíkingum at reisa seg og svara aftur við at vinna 25 – 19.

So var neyðugt við fimta setti fyri at finna vinnaran. ÍF legði seg á odda 8 – 6, og tað eydnaðist ikki Mjølnir at vinna seg aftur. ÍF leiðslan var 9 – 7 og 14 – 11, áðrenn tað eydnaðist ÍF at vinna 15 – 12.

ÍF – Mjølnir 3 – 2 (21 – 25, 25 – 21, 25 – 20, 19 – 25 og 15 – 12)

 

https://www.in.fo/myndasavn/