ÍF fær nýggjan áleypara

Fuglfirðingar eru í holt við at fyrireika seg til komandi kappingarár

Mynd: (Svansmynd) Dystur millum ÍF og AB

Mynd: (Svansmynd) Dystur millum ÍF og AB

ÍF fer seinni í dag at kunngera ein nýggjan spælara. Hetta boðar felagið frá á ein heldur kryptiskan hátt á sosialu miðlunum.

Sum skilst er talan um ein útlendskan spælara í 30 unum, sum okkurt annað føroyskt felag eisini hevur havt eyguni eftir fyrr. ÍF hevur fingið tilgongd av málverjanum Milos Budakovic, verjuspælaranum Jens Joensen, miðvallaranum Filip Djordjevic, meðan Dánjal á Lakjuni er við aftur.

Sum vit skilja tað, so verður spælarin kunngjørdur í kvøld.

Mynd: (Svansmynd) Dystur millum ÍF og AB