ÍF ger klárt til áskoðarar og tekur nýtt hús í brúk (FM1)

(FM1) Georges Rouah, formaður hjá ÍF og Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari vóru gestir í Fótbóltspanelinum

Georoes Rouah er formaður hjá ÍF (Mynd: if.fo)

Georoes Rouah er formaður hjá ÍF (Mynd: if.fo)

##med2##

Tróndur Arge hevði tveir gestir í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin.

Fyrri gesturin hjá Tróndi var Georges Rouah, formaður hjá ÍF. Hjá ÍF er talan um góðar dagar. Liðið fekk eina góða byrjan í Betrideildini við einum 2-1 sigri á Skála, og sunnudagin marsjera ÍF og HB út frá nýggja snotuliga ítróttarhúsinum í Fuglafirði.

Haraftrat sleppa áskoðarar aftur til dyst, tó við Corona-frástøðu. Georges Rouah greiðir frá, at tey í ÍF hava skipað tríggjar seksjónir til dystin millum ÍF og HB, og eitt ávíst tal av HB-áskoðarum sleppa eisini til dystin. 

Seinni gesturin hjá Tróndi var Teitur Joensen sum metti um dystirnar sum vera hetta vikuskiftið:

Leygardagin klokkan 14: TB-KÍ 

Sunnudagin: 

Klokkan 15: ÍF-HB (FM1 sigur frá dystinum)

                    Víkingur-Skála

                   B36-AB

Klokkan 17. EB/Streymur-NSÍ (FM1 sigur frá dystinum)

Teitur og Tróndur tóku eisini samanum 1. umfar í Betrideildini. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

 

 

Georoes Rouah er formaður hjá ÍF (Mynd: if.fo)

(Fótbóltspanelið. Gestir: Georges Rouah og Teitur Joensen)