ÍF kann sleppa undan keðiligum meti

Málið hjá AB er at røkka størri úrtøku enn í fjør

Tað eru botnliðini, sum seinnapartin hittast í Fløtugerði í Fuglafirði. ÍF er aftast við seks stigum, og AB er næstaftast við 15 stigum.

Tað er greitt, at AB eisini í 2020 verður partur av bestu deildini, hóast liðið endar á níggjunda plássi. Tað er ikki greitt, um ÍF eisini í 2020 verður partur av bestu deildini, hóast liðið endar á tíggjunda plássi. Niðurflytingin er treytað av, um 07 Vestur fer at megna at flyta upp.

Soltnastu úrtøkuna í bestu deildini, síðani hon í 2005 var víðkað at fevna um 27 umfør, eigur B68, sum í 2016 flutti niður við sjey stigum á kontuni. ÍF hevur seks stig og kann við sigri í dag lyfta seg upp um keðiliga metið.

ÍF liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard verður ikki við aftur í ár, tí hann er darvaður av skaddum liðbandi. Tað er ivasamt, um Dávid Langgaard og Ari Ó. Ellingsgaard vera førir fyri at spæla ídag.

AB hevur 15 stig. Í fjør var úrtøkan 18 stig, og málið er, at úrtøkan skal verða størri í ár, enn hon var í fjør. Umframt ímóti ÍF skal AB spæla ímóti EB/Streymi á útivølli og HB á heimavølli.

 

Hørdur Tórsson og Jobin Gert Drangastein eru skaddir, og tað er ivasamt, um Jobin Drangastein og Bjarki C. Nielsen vera førir fyri at spæla seinnapartin.