ÍF-KÍ 0-3: Mál og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Steinbjørn Olsen hjá KÍ og Hans Jørgen Djurhuus, venjara hjá ÍF lýsa greiða sigurin hjá KÍ í Fuglafirði

KÍ er aftur oddalið í Betrideildini

KÍ er aftur oddalið í Betrideildini

##med2##

KÍ hevur vunnið seg upp á fyrsta plássið við einum greiðum 3-0 sigri á ÍF í Fløtugerði í Fuglafirði. Í steðginum var KÍ á odda 2-0.

Jóannes Hansen skrivaði m.a. soleiðis um dystin á in.fo fyrr í kvøld: - Fyrra málið skoraði Jóannes Bjartalíð, tá ið eitt stórt korter var farið. Eftir horna úr vinstru var hann fyrstur á bóltinum frammanfyri nærra stólpan, og so stýrdi hann við høvdinum bóltin í málið.

Lítla løtu undan steðginum var Jóannes Bjartalíð aftur upp á spæl, tá ið hann royndi seg við skoti. Bólturin tók í Høgna Madsen hjá ÍF, áðrenn hann fór í málið.

Tá ið ein tími var farin, økti Torbjørn Grytten, sum beinanvegin eftir steðgin hevði avloyst Semir Hadzibulic, um munin til 3-0. ÍF hevði í hesi støðu so at siga onga verju. Jesper Brinck sendi aftarlaga av KÍ hálvuni bóltin framum ÍF verjuna, har Torbjørn Grytten sneiddi framvið málverjanum, áðrenn hann setti bóltin í málið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum trimum málunum hjá KÍ.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein væl nøgdan Steinbjørn Olsen hjá KÍ, ið fegnast um sigurin, og undirstrikar týdningin av dystinum móti Víkingi á Summarfestivalinum í Klaksvík komandi fríggjakvøld klokkan 18.15.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus sum ásannar, at hetta eru harðir dagar hjá ÍF. Sunnudagin spælir ÍF tað Hans Jørgen nevnir eina "finalu" móti AB úti í Vika á Argjum, og tá má ÍF fáa eitt úrslit.

 

 

KÍ er aftur oddalið í Betrideildini

(ÍF-KÍ 0-3: Málini og samrøður)