ÍF leigar úr NSÍ

ÍF hevur leigað 19 ára gamla Sjúrður Paula Nielsen úr NSÍ fyri komandi kappingarár

Mynd: (if.fo) Georges Rouah, formaður í ÍF, og Sjúrður Pauli Nielsen

Mynd: (if.fo) Georges Rouah, formaður í ÍF, og Sjúrður Pauli Nielsen

Sjúrður Pauli Nielsen, sum er sáttmálabundin við barndómsfelagið, NSÍ, hevur undirskrivað ein eitt ára leigusáttmála við ÍF. Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá.

- Umframt at hava spælt tríggjar dystir í Betrideildini fyri NSÍ, hevur 19-ára gamli spælarin úr Runavík umboðað føroysku U17- og U19-landsliðini í heili 31 dystum tilsamans. Á vøllinum er Sjúrður Pauli oftast at síggja í verjuketuni, hóast hann onkuntíð hevur roynt seg eitt sindur longur frammi á vøllinum, skrivar heimasíðan.

Sjúrður Pauli Nielsen var millum spælararnar, sum kom til EM-endaspælið fyri U17-landslið í Kroatia. Hann kemur til eitt ÍF-lið, ið hevur fingið tilgongd av Milos Budakovic, Filip Djordjevic, Jens Joensen og Uros Stojanov. Hartil er Dánjal á Lakjuni byrjaður aftur.

Mynd: (if.fo) Georges Rouah, formaður í ÍF, og Sjúrður Pauli Nielsen